Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2020
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 30-40

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 200/ECTS

Bachelor

KT-verkfrøði

B.Sc.
Bachelor of Science in Software Engineering

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum KT-verkfrøðingar við førleikum innan KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstur og -trygd, heimasíðuskipanir, spæl, lýsingar, appur, undirvísing í KT, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering o.a.

Um útbúgvingina

Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum, umframt KT-verkætlanarleiðsla av tekniskum, fyrisitingarligum og handilsligum telduskipanum.

Dentur verður lagdur á KT-evni, sum geva góðar vinnumøguleikar í føroyskari og altjóða KT-vinnu og samfelagsfyrisiting, t.d. app-forritan.

Góðir førleikar í enskum, føroyskum og skandinaviskum máli eru neyðugir. 10% (2-3 skeið) av útbúgvingini er skipað sum fjarlestur frá Mittuniversitetinum í Svøríki á enskum og svenskum máli. Fjarlesturskeið hava vanliga stuðulsundirvísing í Føroyum.

Skipan av útbúgvingini

Tú lærir um teldufrøði og forritan, stødd- og hagfrøði, algoritmur og dátu­bygnað, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og webskipanir, verkætlanarleiðslu og fíggjarstýring.

Útbúgvingin endar við eini B.Sc.-ritgerð​.

Lestrarhálvur og skeið 

1. árshálva 2. árshálva 3. árshálva 4. árshálva 5. árshálva 6. árshálva

Innleiðing í teldufrøði
7,5 ECTS

*Linuxskipanir
7,5 ECTS

Algoritmur og datastrukturar
7,5 ECTS

Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio
7,5 ECTS

*Maskinlæring við Python

7,5 ECTS

Fíggjarstýring
7,5 ECTS

Teldunetverk og data samskifti
7,5 ECTS

Lin. algebra fyri KT-verkfrøðingar
7,5 ECTS

Objektrættað forritan (java 2)
7,5 ECTS

Forritanar verkfrøði7,5 ECTS

Web skipanir við
ASP.NET/C#
7,5 ECTS

Bachelor verkætlan
22,5 ECTS

Innleiðandi
forritan við Python
7,5 ECTS

* Objektrættað
forritan við (jav 1)
7,5 ECTS

Stýrisskipanir
7,5 ECTS

* Forritan til Android
7,5 ECTS

Verkætlanarleiðsla
7,5 ECTS

Diskret
støddfrøði
7,5 ECTS

Databasur
og SQL
7,5 ECTS

Innleiðing í
Web skipanir
7,5 ECTS

* KT-trygd
7,5 ECTS

KT-verkætlan
7,5 ECTS

Lærugreinir tiknar á øðrum universitetum kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini.
Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, t.d. viðv. raðfylgju og innihaldi í skeiðum.
* Skeið merkt við * eru fjarlesturskeið frá Mittuniversitetinum.

Útbúgvingin endar við bachelorritgerð.

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi.

Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 á B-stigi ella minst 2 á A-stigi eftir 7-talsstiganum. Hetta svarar til í minsta lagi 7 á B-stigi ella minst 6 á A-stigi eftir 13-talsstiganum.

Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri at arbeiða innan ymisk arbeiðsøki, t.d.:

  • KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu
  • KT-rakstur og -trygd
  • heimasíðuskipanir, spøl, lýsingar og appir
  • undirvísing í KT, menning og rakstur av undirvísingaramboðum
  • gransking og ráðgevandi verkfrøði, dátuinnsavning og -viðgerð og teldusimulering.

Framhaldandi útbúgving 

Sum B.Sc. í KT-verkfrøði hevur tú eitt fakligt grundarlag til framhaldslestur á master- ella kandidatstigi uttanlands. 

Masteravtalur eru við DTU (Computer Sc.&Eng., Digital Media Eng., Telecomm.) og MIUN (Computer Eng.). Dømi um upptøkur eru eisini á ITU og KU.

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Johonnu Lindenskov Joensen, lestrarvegleiðara, johannaj@setur.fo, +298 292526 ella til Hannes Gislason, útbúgvingarleiðara, hannesg@setur.fo, +298 292576.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya

KT-verkfrøðingur frá Fróðskaparsetur Føroya

Jóannis Iversen, 36 ár

”Eg varð liðugur at lesa í 2013 og havi síðani tá arbeitt á KT-deildini hjá Posta, bæði við minni og størri verkætlanum. Sjálvur havi eg arbeitt nógv við Track and Trace, bæði ment forrit og skipanir av ymsum slag. Eisini loysi eg dagligar uppgávur, so sum at hjálpa starvsfólkum á Posta við teldum, printarum o.ø.
Undir útbúgvingini lærir ein m.a. um forritan, støddfrøði, hagfrøði, databasar, netverk og prosjektleiðslu.”


Hví skal ein velja hesa útbúgvingina?

Møguleikarnir eftir lokna útbúgving eru nógvir. Í flest øllum vinnugreinum er eitthvørt KT tengt. Tú kanst velja at arbeiða á onkrari KT-fyritøku ella á onkrum stórum virki. Ella fara ein annan veg at menna eina app ella eitt spæl. Ert tú kreativur og dámar væl at loysa uppgávur, eisini kompleksar uppgávur, og dámar at skapa nakað, so er hetta kanska útbúgvingin fyri teg.”

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2020

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum