Er tøkt her

Lestrartíð: 3 1/2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli. Upptøka annaðhvørt ár, næstu ferð í 2019
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Bachelor

Orkuverkfrøði

B.Sc.

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og praktiskar førleikar innan burðardygga orkuveiting, burðardygga orkunýtslu og um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin er ein verkfrøðiútbúgving, ið gevur førleikar innan náttúruvísindi og el-frøði, umframt at tað verður arbeitt við at skilja og loysa avbjóðingar á orkuøkinum.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu. Ein serstøk avbjóðing fyri eitt oyggjasamfelag sum okkara er, at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so samfelagið verður minni heft av innfluttari olju.

Útbúgvingin gevur vitan um burðardygga orkuveiting og orkunýtslu og um jaliga týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag. Spurningar innan orku, ið verða viðgjørdir, eru t.d.: Hvussu minka vit um ta orku, vit brúka, við bjálving ella endurvinning? Á hvønn hátt nøkta vit tann lutfalsliga vaksandi el-orkutørvin? Hvaðan skal orkan koma, og hvussu kann hon goymast?

Skipan av útbúgvingini

Tey lesandi koma eisini í starvsvenjing hjá fyritøkum og stovnum í Føroyum ella uttanlands í iett hálvt ár. Hetta er fyri at tryggja, at tey lesandi eru klár til arbeiðsmarknaðin eftir BSc lesnaðin.

Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tú fært høvi til at seta teg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um. Fróðskaparsetrið og aðrir stovnar og fyritøkur hava hópin av tilfari til tín at kanna og viðgera í verkætlanini.

Til ber at seta saman eina 3 ára bachelorútbúgving við skeiðum á hesi útbúgvingini og skeiðum á øðrum útbúgvingum. T.d. bjóðar Setrið eina útbúgving til Hjánám í støddfrøði. Við at taka støddfrøðiskeið á teirri útbúgvingini saman við orkuskeiðum í orkuverkfrøði ber til at fáa eina 3 ára bachelorútbúgving við denti á orku og støddfrøði.

 Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:

  • 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í støddfrøði, orkuverkfrøði og alisfrøði
  • 2. lestrarár koyra skeiðini víðari innan somu evni umframt elverkfrøði, fígging og verkætlanir
  • 3. lestrarár eru flest skeið innan orku- og elverkfrøði umframt at starvsvenjingin byrjar
  • 4. lestrarár endar starvsvenjingin og ein bachelorverkætlan verður gjørd

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig
 

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

7. lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1

10 ECTS

Thermo-dynamikkur

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

Orka og
inniklima

5 ECTS

Upphiting og installatiónir í bygningum

7,5 ECTS

Starvsvenjing

15 ECTS

Mekanikkur

7,5 ECTS

Elektro-
magnetisma

7,5 ECTS

Innleiðandi elfrøði

5 ECTS

Stýriverkfrøði

5 ECTS

Vesku-
mekanikkur og vindorka

10 ECTS

Elveiting 2

5 ECTS

Bachelor verkætlan

15 ECTS

Innleiðandi
orkuverkfrøði

7,5 ECTS

Varandi orka

7,5 ECTS

Dálking frá elframleiðslu

7,5 ECTS

Elektriskar maskinur

5 ECTS

Effekt-
elektronikkur

5 ECTS

Innleiðsla til starvsvenjing

2,5 ECTS

Líkindaástøði

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

Evnafrøði

5 ECTS

Streymrásfrøði

7,5 ECTS

Elveiting 1

5 ECTS

Starvsvenjing

15 ECTS

KT-verkætlan

7,5 ECTS

Fíggjarstýring

7,5 ECTS

Forritan

5 ECTS

 

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.

Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum- ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd- við í endaliga próvtalinum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið:

  • Støddfrøði á A stigi við miðaltalinum minst 8 eftir 13-talsstiganum og minst 6 eftir 7-talsstiganum
  • Alisfrøði á B stigi
  • Evnafrøði á C stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 9 eftir 13-talsstiganum   
  • Minst 7 eftir 7-talsstiganum

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin gongurfyri seg á - og er bygd á - tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Vit vænta tí at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina nvd-studvegl@setur.fo ella til Bárð A. Niclasen, útbúgvingarleiðara, bardurn@setur.fo.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Er tøkt her

Lestrartíð: 3 1/2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli. Upptøka annaðhvørt ár, næstu ferð í 2019

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum