Fróðskaparsetrið bjóðar hesar masterútbúgvingarnar:
MA er masterheiti innan hugvísindi og er stytting fyri Master of Arts. MSSc er masterheiti í samfelagsvísindum og er stytting fyri Master of Social Science. MSc er masterheiti innan náttúruvísindi og er stytting fyri Master of Science.
Master í politikk og umsiting, í søgu og í samfelagsvísindi fer fram sum masterlæru. Masterlæra byggir á einstaklingaavtalur millum tann/tey lesandi og ein vegleiðara (meistara), heldur enn á eina skrá, sum er løgd føst frammanundan. Hetta er ein viðurkendur máti at skipa master, har lesturin verður bygdur upp eftir áhugamálunum hjá tí einstaka lesandi og við atliti at viðkomandi fakøkið.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum