Søk um upptøku her
Skúlabyrjan:

Oktober

Umsóknarfreist:

15. juli

Tal av upptiknum næmingum:

12-24

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 10
Lestrarkostnaður:

14.000 kr.

Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar

B.Ed.
Søk um upptøku her
Skúlabyrjan:

Oktober

Umsóknarfreist:

15. juli

Tal av upptiknum næmingum:

12-24

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 10
Lestrarkostnaður:

14.000 kr.

Endamálið er, at tann lesandi fær vitan og førleikar til at vegleiða námsfrøðingalesandi við støði í krøvunum til starvslærurnar á námsfrøðingaútbúgvingini.

Um skeiðið

Skeiðið er eitt eftirútbúgvingartilboð til námsfrøðingar.

Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi verða førur fyri at:

  • lýsa krøv og innihald til starvslærurnar á námsfrøðingaútbúgvingini
  • greina og tulka ástøði um realtiónsførleikan sum grundleggjandi fyri starvslæruna og vegleiðinging
  • greina og tulka hættir og ástøði um vegleiðing og eftirmeting
  • greiða frá og grundgeva fyri ábyrgdini og leiklutinum hjá starvslæruvegleiðaranum.
  • greina etiskar støður, ið kunnu koma fyri í vegleiðingini/starvslæruni

Skipan av skeiðnum

Skeiðið verður skipað við 10 temamodulum.

Modul:
  1. Starvslæran á námsfrøðingaútbúgvingini
  2. Karmarnir fyri starvslæruna - skeiðslýsingin
  3. Tann grundleggjandi relatiónsførleikin
  4. Ástøði um vegleiðing og eftirmeting
  5. Hættir til vegleiðing
  6. Móttøkan av starvslærulesandi
  7. Fyrireiking og innihald av samtalutímunum
  8. Samstarv millum stovn og Námsvísindadeildina
  9. Etiska tilgongdin
  10. Eftirmeting av starvslærulesandi

Undirvísingarhátturin er undirvísing, fyrilestrar, bólkaarbeiði, casearbeiði, framløgur, vegleðing av starvslærulesandi, eftirmeting av starvslærulesandi og sjálvlestur.

Upptøkutreytir

Til tess at verða upptikin til krevst prógv sum námsfrøðingur umframt minst 2 ára starvsroyndir um námsfrøðingur. 

Próvtøka

Próvtøkan er portfolio og munnlig framløga. Nærri kunning er í serstøkum skjali, sum verður útflýggjað við skeiðsbyrjan.

Próvtøkan er staðið/ikki staðið og fer fram við innanhýsis próvdøming.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda tær til Anniku Antoniussen á AnnikaA@setur.fo

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya