Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:


Við búskaparbreyt: 2 ár

Við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt: 2 ár og 5 vikur online-skeið

Við FHS: 2 ár umframt 40 vikur skúlagongd í Danmark

Við 9. flokki: 4 ár. Íroknað grundskeið og 40 vikur skúlagongd í Danmark

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn:

Skrivstovuútbúgving - læknaskrivari

Sum læknaskrivari hevur tú nógvar ymsar arbeiðsuppgávur ein arbeiðsdag.

Tú lærir at stovna journalir, tæna sjúklingum í móttøkuni og annars at ganga læknanum til handa ella leggja komandi læknavitjanir til rættis. Sum læknaskrivari er umráðandi at vera skipaður, duga at samskifta og vera fyrikomandi. Ein stórur partur av arbeiðinum er at tosa í telefon við viðskiftafólk og almennar myndugleikar á heilsuøkinum. Sum læknaskrivari kanst tú arbeiða á sjúkrahúsum, privatum sjúkrahúsum og á læknamiðstøðum.

Legg til merkis: Útbúgvingin til Læknaskrivara verður niðurløgd. Seinsta upptøkan er á sumri í 2022

Skipan av útbúgvingini

Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er í Danmark, har hon er skipað sum ein EUX-útbúgving, ið er samansett av einari gymnasialari miðnámsútbúgving á 2 ár og einari yrkisútbúgving. 

Ein EUX-útbúgving er bæði ein vinnuútbúgving og ein miðnámspróvtøka. Tú samansetir tína vinnuútbúgving við eina gymnasiala próvtøku og verður yrkislærd/ur og student samstundis.

Yrkisútbúgvingar er skiftisútbúgvingar, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og at ganga í skúla.

Yrkisútbúgvingar fáast við at lærusáttmáli verður gjørdur ímillum ein arbeiðsgevara í yrkinum og ein, sum ynskir at gerast lærlingur.

Av tí at skúlagongdin til útbúgvingina er í Danmark, er hon lýst í donskum lógarverki. Nær skúlaskeiðini liggja heilt neyvt, fæst at vita, tá tú ert tilmeldað/ur danska skúlan.

Í endanum á høvuðsskeiðinum skipar skúlin fyri yrkisroynd.

Skúlar í Danmark

Skúlagongdin til hesa útbúgvingina er í Danmark.

Skúli har verandi lærlingar taka skúlagongdina: Handelsfagskolen - Aarhus B S, Odder

Aðrir skúlar í Danmark har til ber at taka skúlagongdina eru her

Skúlaheim

Allir danskir yrkisskúlar hava eitt skúlaheim, har føroyskir lærlingar kunnu búgva, tá teir fara til Danmarkar í skúla.

Í tilmeldingarblaðnum til danskan yrkisskúla, kann læruplássið søkja um pláss á skúlaheimi.

Lærusáttmálin

Ymisk viðurskiftir eru, sum partarnir eiga at gera sær greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður.

Lærlingurin eigur at vita, hvat hann skal læra ígjøgnum lærutíðina, hvussu long lærutíðin er, hvar skúlagongdin er, hvønn sáttmála/fakfelag yrkið hoyrir til, hvør lønin er og um sáttmálin inniheldur rætt til løn undir sjúku ella um lærlingurin skal søkja um sjúkradagpening undir sjúku.

Lærumeistarin skal hava læruplássgóðkenning áðrenn hann kann taka lærling. Harafturat eigur lærumeistarin at kunna seg um lærumálini og tryggja sær, at fyritøkan fær lært lærlingin tað, sum er kravt. Lærumeistarin skal eisini tryggja sær, at faklært fólk er til at taka sær av lærlinginum.

Áðrenn tú skrivar undir sáttmála, er umráðandi at hava í huga, at tú:

  • Ert tænastusinnað/ur og tosar væl við kundar

  • Dugir væl at orða teg

  • Dugir væl fremmandamál

  • Ert nærlagd/ur

  • Dugir at brúka KT-amboð

  • Ert tilreiðar at arbeiða nógv við teldu

  • Hevur hug framhaldandi at menna vitan tína

  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Upptøkutreytir

Fyri at kunna søkja, skalt tú í minsta lagi hava fylgt undirvísingini í fólkaskúlanum og 9. flokki, ella hava samsvarandi kunnleikastøði. 

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum læknaskrivari.

Tá tú hevur fingið sveinabrævið, so hevur tú yrkisrættað miðnám og kanst antin fáa starv innan títt fakøkið ella søkja inn á framhaldandi útbúgving.

Framhaldandi útbúgving

Við yrkisrættaða miðnámsútbúgving hevur tú somu møguleikar at fara undir framhaldandi lestur sum tey, ið hava nomið sær eina gymnasiala útbúgving, eisini inn á hægri lærustovnar t.d. universitet.

Gev gætur, at tú skalt lúka ávísar gjøllari ásettar upptøkutreytir til eina framhaldsútbúgving. Tú skalt t.d. hava staðið ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

Meiri kunning

Les meiri um útbúgvingina og vegleiðingar til lærlingar á heimasíðuni hjá yrkisdeplinum her.

Les meiri um útbúgvingina á donsku útbúgvingarvegleiðingini ug.dk her.

Yvirlit yvir lærupláss, sum í løtuni hava – ella hava havt - lærlingar í læru innan yrkið er her.

Les um yrkisfelagið S&K og um lærlingarlønina v.m. her.

Lærusáttmálin Góðkend lærupláss
Lestrartíð:


Við búskaparbreyt: 2 ár

Við øðrum miðnámi enn búskaparbreyt: 2 ár og 5 vikur online-skeið

Við FHS: 2 ár umframt 40 vikur skúlagongd í Danmark

Við 9. flokki: 4 ár. Íroknað grundskeið og 40 vikur skúlagongd í Danmark

Umsóknarfreist:

Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður: Danmark
Lærlingaløn: