Søk um upptøku her
Lestrartíð:

Útbúgvingin tekur fýra ár, skipað sum hálvtíðarlestur (møguleiki er eisini fyri at lesa fulla tíð í 2 ár og fáa stuðul frá Studna).

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2022

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 30

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 5000 pr. eind á 15 ECTS

Master

Heilsuvísind

M.Sc.
Master of Science in Health

Endamálið við útbúgvingini er at geva føroyskum almanna- og heilsustarvsfólki í primera og sekundera geiranum førleikar at greina og menna egið fakøki og førleikar at seta í verk granskingarverkætlanir, ella gerast partur av størri granskingarverkætlanum.

Um útbúgvingina

Heilsuvísindi fevnir um og viðger heilsu og umsorgan í einum tvørfakligum perspektivi og hava fokus á tørvin hjá tí einstaka menniskjanum, sum tørvar hjálp ella stuðul til at endurvinna ella varveita heilsu. Av tí at heilsuvísindi eru eitt tvørfakligt øki, innganga fleiri ymiskar vísindagreinir, og samspælið millum hesar er í fokus.  

Megingreinirnar eru vísindaástøði, háttalagsfrøði og heilsugransking, samfelagsviðurskifti og heilsa, fyribyrging og heilsuframi. Dentur verður lagdur á tvørfakligheit og spurdómsrættaðar tilgongdir, umframt kritiska støðutakan.

Til serøkið verður dentur lagdur á heilsugransking úr hugvísindaligum, samfelagsligum og nátturuvísindaligum sjónarhorni, alt eftir spurdómi og evnisøki.

Útbúgvingin hevur eitt fakligt grundstøði í tvørvísindaligum heilsuvísindi, ið ger tað møguligt hjá tí lesandi at skapa sær ein egnan fakligan profil, til dømis í fólkaheilsu, kliniskari sjúkrarøkt, sosialari heilsu ella meiri fakspesifik øki sum til dømis rehabilitering, gerontologi, psykiatri o.a.

Skipan av útbúgvingini

Hvørja lestrarhálvu skal tann hálvtíðarlesandi bert taka 15 ECTS, meðan tann fulltíðarlesandi kann taka 30 ECTS.

Í fyrstu lestrarhálvu er dentur lagdur á at læra vísindaástøði og háttalagsfrøði.

Í aðru lestrarhálvu eru lærugreinarnar: heilsuvísindi, samfelag/mentan og heilsa, tjóða- og altjóða rættindi, føroysk lóggáva á heilsuøkinum.

Í triðju lestrarhálvu verður farið í dýpdina við heilsugransking.

Fjórða lestrarhálva er valfrítt skeið.

Í fimtu lestrarhálvu veður undirvíst í heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan.

Sætta lestrarhálva er aftur valfrítt skeið.

Í sjeyndu og áttandu verður masterritgerðin skrivað.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva
4.
lestrarhálva
5.
lestrarhálva
6.
lesttrarhálva
7. og 8.
lestrarhálva

Vísinda-
ástøði og
háttalag

15 ECTS

Heilsuvíndi,
samfelag og
mentan.

15 ECTS

Heilsugransking

15 ECTS

Yrkismenning,
valfrítt skeið
(breyt)

15 ECTS

Heilsu-
námsfrøði,
fyribyrging og heilsuframi

15 ECTS 

Yrkismenning,
valfrítt skeið
(breyt)

15 ECTS

Master-
ritgerð

30 ECTS

 

Próvtøkur

Vanliga verður skipað fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst miðallanga útbúgving sum bachelor ella professiónsbachelor, eitt nú í sjúkrarøktarfrøði, ljósmóðir, námsfrøði, lærarayrkið, sosialráðgeving, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalysu. Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Tey, ið frammanundan hava tikið stakskeið innan heilsuvísindi á masterstigi á Fróðskapar­setrinum, kunnu søkja um at fáa tey skeiðini flutt inn í útbúgvingina.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur førleikar til størv, sum krevja greinandi og fakligan førleika á masterstigi. T.d. leiðandi størv við serligum atliti til menning og samskipan av heilsutiltøkum bæði innan primera og sekundera heilsuøkið, almannaverkið, starvsfólkamenning og menning av heilsu- og almannaverkinum sum útbúgvingarstað.

Framhaldandi útbúgving

Master í fólkaheilsu gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Ásu Róin, útbúgvingarleiðara asar@setur.fo, +298 292254.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

Útbúgvingin tekur fýra ár, skipað sum hálvtíðarlestur (møguleiki er eisini fyri at lesa fulla tíð í 2 ár og fáa stuðul frá Studna).

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2022

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 30

Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður:

Fulltíðarlestur er ókeypis fyri borgarar í Norðurlondum. Stakgreinir kosta kr. 5000 pr. eind á 15 ECTS