Er tøkt her

Lestrartíð: Umleið 9 mðr.
Skúlabyrjan: August og januar
Umsóknarfreist: 1. juni og 15. desember

Útbúgvingarstovnur
Vinnuháskúlin

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Maritim útbúgving

Maskinistur

Útbúgvingin gevur førleika til at fáa sjóvinnubræv eftir kapitli III/2 í STCW 95 konventiónini, tá ið krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at sigla sum maskinmeistari á samsvarandi starvsvenjingarstigi á øllum motorskipum.   

Um útbúgvingina

Sum maskinistlesandi tekur tú fyrst skúlagongd í ½ ár, har tú fært undirvísing í tøkniligum lærugreinum. Eftir próvtøku í tøkniligu lærugreinunum verða neyðug skeið tikin, og tey vara í einar tríggjar mánaðir til samans.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst:

●       Fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði við í minsta lagi próvtalinum 6 (02 eftir nýggja próvtalsstiganum) í hvørjari lærugrein og

●       Handverkaraútbúgving innan metal ella el-fakið ella

Skúlastjórin kann taka umsøkjara upp, hóast hesin ikki lýkur ásettu upptøkutreytirnar, um so er, at umsøkjari hevur aðra yrkisútbúgving við ískoytisútbúgving og starvsvenjing, sum samanumtikið kann metast javnt við upptøkutreytirnar, og skúlastjórin annars metir, at umsøkjarin er førur fyri at taka útbúgvingina til ásettu tíðina. Um dreying, fresing ella sveising ikki hevur verið partur av handverkara- ella yrkisútbúgvingini, er neyðugt at hava verið á góðkendum skeiðum í hesum.

Framtíðarmøguleikar

Maskinistúttbúgvingin gevur førleika til at sigla á stigi upp til 2. maskinmeistara á øllum skipum og á stigi upp til maskinstjóra við skipum við framtøkumegi upp til 2999 kW, tá ið neyðug starvsvenjing er lokin.

Maskinistútbúgvingin er tann best hóskandi til skip av hesi stødd. Arbeiðsøkið fevnir um alt skipið.​​

Meiri kunning

Vinnuháskúlin – www.vh.fo

Tú kanst venda tær til Símun Poulsen, undirvísingarleiðara, simun@vh.fo , tlf. 517220 ella til Viggo Johannesen, undirvísingarleiðara, viggo@vh.fo tlf. 521175.

 

 

 

Er tøkt her

Lestrartíð: Umleið 9 mðr.
Skúlabyrjan: August og januar
Umsóknarfreist: 1. juni og 15. desember

Útbúgvingarstovnur Vinnuháskúlin

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum