Fyri best at gagnnýta avtaluna við ES um luttøku Føroya í Horizon 2020 og fyri at lætta um hjá stovnum og virkjum í sambandi við umsóknararbeiðið, hevur Granskingarnevndin gjørt av at játta pening úr Granskingargrunninum at lata teimum, sum arbeiða ítøkiliga við umsóknum. Endamálið er at minka nakað um fíggjarligu íløgurnar hjá stovnunum.
Stovnur ella virki kann fáa upp til kr. 35.000 endurgoldnar fyri útreiðslur, sum standast av arbeiðinum við einari umsókn. Stuðulin verður játtaður eftir umsókn so leingi játtan er tøk. Stuðul verður latin, tá ið fleiri partar luttaka í umsóknini, men stuðul verður ikki latin til einstaklinga umsókn. Neyvari ásetingar um, hvussu stuðul kann fáast og hvussu hann verður umsitin, eru ásettar í reglugerð, sum kann takast niður her
Umsóknarblaðið er tøkt her
Hesin partvísi fíggjarligi stuðulin kemur afturat tí ráðgeving, miðling og vegleiðing, sum NCPararnir geva møguligum umsøkjarum.
Granskingargrunnurin - www.gransking.fo
Tú kanst venda tær til til Mariu Húsgarð, NCP samskipara, maria@gransking.fo, tlf. 567802.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum