Søk um upptøku her
Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2020
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 24
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarkostnaður: 5000 DKK pr. eind á 15 ECTS

Fólkaheilsa

M.A.
Master of Science in Public Health

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi førleikar at nýta fólkaheilsuvísindaliga vitan í verki á víðkaðum støði og at greina samspælið millum samfelagslig viðurskifti og fólkaheilsu.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin viðger sjónarmið og mát fyri heilsu og fólkaheilsu, og menniskjans samspæl við heilsuligar avbjóðingar og samfelagsligar treytir í dag og gjøgnum tíðina; greinar umhvørvisárin á heilsu, arvaligar sjúkur, kostinntøku og kropsliga venjing, og hvussu fólkaheilsan verður merkt av hesum tættum.

Studentarnir fáa innlit í, greina og meta gransking innan fólkaheilsu, og undirvísingin í vísindaástøði og háttalagsfrøði ger studentarnar førar fyri at fyrihalda seg kritiskt til granskingarúrslit og eru eisini týðandi amboð í sambandi við egin analytisk verkevni.

Dentur verður lagdur á holla vitan um og greining av fyribyrging og heilsuframa, og í hesum sambandi er eisini heilsunámsfrøði ein týðandi táttur.

Skipan av útbúgvingini

 Master utbúgvingin í fólkaheilsu er skipað sum hálvtíðarlestur yvir fýra ár.

Í fyrstu lestrarhálvu er dentur lagdur á at læra vísindaástøði og háttalagsfrøði.
Í aðru lestrarhálvu eru so fylgjandi lærugreinir á skrá: fólkaheilsa, samfelag/mentan og heilsa, tjóða og altjóða rættindi, føroysk lóggáva á heilsuøkinum.
Í triðju lestrarhálvu verður undirvíst í heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan.
Fjórða lestrarhálva er valfrítt skeið
Í fimtu lestrarhálvu verður farið í dýpdina við heilsugransking.
Sætta lestrarhálva er aftur valfrítt skeið.
Í sjeyndu og áttandu verður so masterritgerðin skrivað.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1. hálva 2. hálva  3. hálva 4. hálva 5. hálva 6. hálva  7. og 8. hálva

Vísinda-
ástøði og
háttalag

15 ECTS

Fólkaheilsa, samfelag og mentan

15 ECTS 

Heilsu-
námsfrøði,
fyribyrging og
heilsuframi

15 ECTS 

Valfrítt
skeið

15 ECTS

Heilsu
gransking

15 ECTS

Valfrítt skeið

15 ECTS

Master-
ritgerð

30 ECTS

Próvtøkur

Vanliga verður skipað fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Til at verða upptikin krevst miðallang útbúgving sum bachelor ella professiónsbachelor, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, ljósmóðir, námsfrøði, lærarayrkið, sosialráðgeving, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalysu.

Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Tey, ið frammanundan hava tikið stakskeið innan heilsuvísindi á masterstigi á Fróðskaparsetrinum, kunnu søkja um at fáa tey skeiðini góðskrivað inn í útbúgvingina.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur møguleika at røkja arbeiði innan almanna- og heilsuverkið, ið krevur servitan og greinandi førleika á masterstigi.

Útbúgvingin er harumframt ætlað at geva studentum førleikar at arbeiða við granskingarverkætlanum í Føroyum innan heilsuvísindi.

Framhaldandi útbúgving

Master í fólkaheilsu gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Marin Strøm, útbúgvingarleiðara, marins@setur.fo, tlf. 292272.

Søk um upptøku her
Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2020
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 24
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarkostnaður: 5000 DKK pr. eind á 15 ECTS