Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan vistfrøði ella halda fram við víðari lestri uttanlands.
Útbúgvingin gevur fakligar lív- og vistfrøðiligar førleikar. Á vistfrøði útbúgvingini arbeiðir tú til dømis við fiskastovnum og stovnsrøkt, føðslugrundarlagnum í havinum og við vistfrøði á landi.
Tú fært høvi at kanna árinini av alheimsupphitingini á sjógvi og landi, umframt at lýsa ymisk sløg av dálking og hvussu dálkingin ávirkar menniskju, djór, plantur og smáverur.
Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum liva í Føroyum.
Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina vistfrøðiligar spurningar og greiðsluevni. Rá kanningarúrslit verða tulkað og sett í eitt fakligt, vinnuligt og samfelagsligt høpi.
Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði. Summi skeið verða eisini hildin um summarið.
Fyrsta hálvtannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini felags undirvísing. Tær tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í vistfrøði, B.Sc í havlívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.
Eftir hálvtannað ár verða tær tríggjar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Øll hini skeiðini í útbúgvingini telja 7,5 ECTS.
1. |
2. |
3. |
4. |
5. |
6. |
Fróðskaparhegni, |
Lívrunnin |
Jørð, hav |
Havlívfrøði I |
Feltskeið |
Havlívfrøði II |
Støddfrøði og |
Almenn |
Mýlsk kyknu- |
Arvalæra |
Fiskifrøði |
|
Almenn og |
Almenn |
Vistfrøði |
Rannsóknar- |
Eiturfrøði |
Bachelor- |
Almenn |
Lívevnafrøði |
Smáveru- |
Eiturvistfrøði |
Veðurlags- |
|
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.
Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalinum.
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv í alisfrøði, støddfrøði og evnafrøði á B-stigi.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri at arbeiða t.d. sum umhvørvisráðgevi t.d. innan burðardygga menning, á granskingarstovnum, sum vísindajournalistur og í undirvísing.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina nvd-studvegl@setur.fo ella til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðari jonrith@setur.fo.
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.