Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi førleikar at nýta fólkaheilsuvísindaliga vitan í verki á víðkaðum støði og at greina samspælið millum samfelagslig viðurskifti og fólkaheilsu.
Útbúgvingin viðger sjónarmið og mát fyri heilsu og fólkaheilsu, og menniskjans samspæl við heilsuligar avbjóðingar og samfelagsligar treytir í dag og gjøgnum tíðina; greinar umhvørvisárin á heilsu, arvaligar sjúkur, kostinntøku og kropsliga venjing, og hvussu fólkaheilsan verður merkt av hesum tættum.
Studentarnir fáa innlit í, greina og meta gransking innan fólkaheilsu, og undirvísingin í vísindaástøði og háttalagsfrøði ger studentarnar førar fyri at fyrihalda seg kritiskt til granskingarúrslit og eru eisini týðandi amboð í sambandi við egin analytisk verkevni.
Dentur verður lagdur á holla vitan um og greining av fyribyrging og heilsuframa, og í hesum sambandi er eisini heilsunámsfrøði ein týðandi táttur.
Master utbúgvingin í fólkaheilsu er skipað sum hálvtíðarlestur yvir fýra ár.
Í fyrstu lestrarhálvu er dentur lagdur á at læra vísindaástøði og háttalagsfrøði.
Í aðru lestrarhálvu eru so fylgjandi lærugreinir á skrá: fólkaheilsa, samfelag/mentan og heilsa, tjóða og altjóða rættindi, føroysk lóggáva á heilsuøkinum.
Í triðju lestrarhálvu verður undirvíst í heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan.
Fjórða lestrarhálva er valfrítt skeið
Í fimtu lestrarhálvu verður farið í dýpdina við heilsugransking.
Sætta lestrarhálva er aftur valfrítt skeið.
Í sjeyndu og áttandu verður so masterritgerðin skrivað.
1. hálva | 2. hálva | 3. hálva | 4. hálva | 5. hálva | 6. hálva | 7. og 8. hálva |
Vísinda- 15 ECTS |
Fólkaheilsa, samfelag og mentan 15 ECTS |
Heilsu- 15 ECTS |
Valfrítt 15 ECTS |
Heilsu 15 ECTS |
Valfrítt skeið 15 ECTS |
Master- 30 ECTS |
Vanliga verður skipað fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.
Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Til at verða upptikin krevst miðallang útbúgving sum bachelor ella professiónsbachelor, eitt nú innan sjúkrarøktarfrøði, ljósmóðir, námsfrøði, lærarayrkið, sosialráðgeving, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalysu.
Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.
Tey, ið frammanundan hava tikið stakskeið innan heilsuvísindi á masterstigi á Fróðskaparsetrinum, kunnu søkja um at fáa tey skeiðini góðskrivað inn í útbúgvingina.
Útbúgvingin gevur møguleika at røkja arbeiði innan almanna- og heilsuverkið, ið krevur servitan og greinandi førleika á masterstigi.
Útbúgvingin er harumframt ætlað at geva studentum førleikar at arbeiða við granskingarverkætlanum í Føroyum innan heilsuvísindi.
Master í fólkaheilsu gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-lestur.
Tú kanst venda tær til Marin Strøm, útbúgvingarleiðara, marins@setur.fo, tlf. 292272.