Søk um upptøku her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2020
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 8
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS
Bachelor

Havlívfrøði

B.Sc.
Bachelor of Science in Marine Biology

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi kunnleika og førleikar til, at virka sjálvstøðugt sum havlívfrøðingur ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt, tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum plantum, djórum og fólkum sum liva í Føroyum. Útbúgvingin gevur hollar havlívfrøðiligar førleikar.

Á hesi útbúgvingini lærir tú um havið og lívið í havinum eins og um veðurfrøðilig árin, ið ávirka Føroyar og restina av jarðarknøttinum. Víst verður á haldgóðar loysnir. Dentur verður lagdur á alisfrøðiligu og evnafrøðiligu eginleikarnar í havinum, og tú fært eisini innlit í fiskaaling.

Havfrøðilig vitan er av týdningi fyri umsiting av tilfeinginum, sum er undir støðugari hóttan av ovurveiðu, umhvørvisdálking, tráheysting og veðurlagsbroytingum.

Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina havfrøðiligar spurningar og greiðsluevni. Rá kanningarúrslit verða tulkað og sett í eitt fakligt, vinnuligt og samfelagsligt høpi.

Skipan av útbúgvingini

Fyrsta hálvaannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini felags undirvísing. Tær tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í vistfrøði, B.Sc í havlívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.

Eftir  hálvtannað ár verða tær tríggjar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Øll hini skeiðini í útbúgvingini telja 7,5 ECTS.

Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði. Summi skeið verða eisini hildin um summarið.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

Almenn
lívfrøði II

Jørð, hav
og luft

Havlívfrøði I

Feltskeið
í vistfrøði

Havlívfrøði II

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

Byrjanarskeið
í lívfrøði II

Mýlsk kyknu-
lívfrøði I

Arvalæra 

Fiskifrøði 

 

Almenn og
ólívrunnin
evnafrøði

Almenn
lívfrøði III

Vistfrøði
á landi

Rannsóknarætlan
og datagreining 

Lívfrøðilig
havvísindi 

Bachelor-
verkætlan

Almenn
lívfrøði I

Lívevnafrøði

Smáveru-
lívfrøði

Eiturvistfrøði og
dálking

Aling

 

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin.

Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd við í endaliga próvtalinum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við alisfrøði, støddfrøði og evnafrøði á B-stigi

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri at arbeiða innan ymisk arbeiðsøki t.d.innan aling, á granskingarstovnum, í ráðgevingarfyritøkum, sum vísindajournalistur og í undirvísing.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina nvd-studvegl@setur.fo ella til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðari jonrith@setur.fo.

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her
Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2020
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 8
Útbúgvingarstovnur:
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS