Søk um upptøku her
Lestrartíð:

4 ár sum parttíðarlestur

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 40 

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarkostnaður:

2000,- fyri hvørt ECTS

Master

Leiðsla og skipan

Master in Leadership and Management

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum.

Um útbúgvingina

Serligur dentur er lagdur á at menna førleikar hjá teimum lesandi, at

  • skilja, greina og kjakast um torskildar organisatoriskar avbjóðingar
  • eyðmerkja trupulleikar, at hugsa og virka strategiskt
  • fyrireika seg til leiðsluleiklutir
  • at skilja týdningin av sjálvsleiðslu og sambandi millum starvsfólk
  • menna leistir til leiðslu, fyrisiting og til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóða

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum skeið, ið eru kravskeið. Útbúgvingin er parttíðarlestur og er skipað í undirvísingarvikuskiftum, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart. Útbúgvingin er skipað í tveir partar, har møguleiki er at steðga, eftir at 1. partur er staðin. Tað gevur rætt til prógv við heitinum: Diplom í leiðslu og skipan á masterstigi.
2. partur endar við eini masterritgerð, sum gevur rætt til prógv við heitinum: Master í leiðslu og skipan. 

Søk um upptøku her
Lestrartíð:

4 ár sum parttíðarlestur

Skúlabyrjan:

August

Umsóknarfreist:

1. juli

Tal av upptiknum næmingum:

Umleið 40 

Útbúgvingarstovnur: Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður: Tórshavn
ECTS: 120
Lestrarkostnaður:

2000,- fyri hvørt ECTS

Bygnaður
1. hálvár
Persónlig leiðsla, leiðsla og starvsfólk og leiðsla og organisatión
15 ECTS
2. hálvár
Organisatiónsmentan, strategisk leiðsla og broytingarleiðsla
15 ECTS
3. hálvár
Búskparstýring fyri leiðarar
5 ECTS
Lóg og leiðsla
10 ECTS
4. hálvár
Diplomritgerð á masterstigi
15 ECTS
5. hálvár
Leiðsla og samskifti
7 ECTS
Leiðsla, mikrosamfelag og alheimsgerð
7 ECTS
6. hálvár
Burðardygg leiðsla
7 ECTS
Organisatiónsmenning
7 ECTS
7. hálvár
Granskingardesign 2
10 ECTS
8. hálvár
Masterritgerð
20 ECTS

Próvtøkur

Próvdømingin kann vera við innanhýsis ella uttanhýsis próvdómara. 

Próvtøkurnar fyri heysthálvuna liggja í desembur/januar, meðan próvtøkurnar fyri várhálvuna liggja í mai/juni. Endurpróvtøka av skeiði, sum ikki er staðið, kann væntast ávikavíst at liggja í august/septembur ella í januar/februar.

1. partur

Hálvár

Skeið

ECTS

Próvtøka

Endurpróvtøka

Próvdøming

Meting

1.

Persónlig leiðsla

Leiðsla og starvs-fólk

Leiðsla av organi-satión

15

Framløga og kjak

Sama

Innanhýsis

Staðið / ikki staðið

2.

Organisatións-mentan

Strategisk leiðsla 

Broytingarleiðsla

15

Framløga og kjak

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

3.

Búskaparstýring fyri

leiðarar

5

Munnlig við fyrireiking

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

3.

Lóg og leiðsla

10

Heimauppgáva (miðvegis) og ein 4 tímar skrivlig

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

Samlað (1/3 + 2/3)

4.

Diplomritgerð á

Masterstigi

15

Framløga við støði í granskingar-design

Sama

Innanhýsis

Staðið / ikki staðið

Munnlig verja við støði í ritgerð

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

2. partur

Hálvár

Skeið

ECTS

Próvtøka

Endurpróvtøka

Próvdøming

Meting

5.

Leiðsla og samskifti

7,5

Skrivlig  heimauppgáva

Sama

Innanhýsis

Próvtal

5.

Leiðsla, mikrosamfelag

og alheimsgerð

7,5

Munnlig við støði

í heimauppgávu

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

6.

Burðardygg leiðsla

7,5

Munnlig við støði

í heimauppgávu

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

6.

Organisatiónsmenning

7,5

Munnlig við støði

í heimauppgávu

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

7.

Granskingardesign 2

10

Framløga við støði

í granskingar-design

Sama

Innanhýsis

Staðið / ikki staðið

8.

Masterritgerð

20

Munnlig verja við støði í ritgerð

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

Upptøkutreytir

Til tess at verða upptikin krevst bachelorútbúgving.

Neyðugt er, at hava nøktandi málførleikar í føroyskum, skandinaviskum og enskum máli. Undirvísingin verður í høvuðsheitum á føroyskum, meðan undirvísing á donskum ella enskum kann verða neyðug, um serligar umstøður gera seg galdandi.

Framhaldandi lestur

Master í leiðslu og skipan kann geva møguleika til víðari lestur á Ph.D.-stigi.

Starvsmøguleikar

Útbúgvingin gevur møguleika til starv innan leiðsluøkið í organisatiónum og fyritøkum í tí almenna og privata geiranum. Útbúgvingin gevur førleikar í at menna organisatiónir og at luttaka í undirvísingarvirksemi innan leiðsluøkið.

Meiri kunning

Meiri kunning fæst við at venda sær til Súsannu Olsen, útbúgvingarleiðara, susannao@setur.fo, +298 299434.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya.