Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 35

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinir kosta 200 DKK/ECTS. Ískoytisútbúgving kostar 200 DKK/ECTS

Bachelor

Undirvísing

B.Ed.

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólkaskúlalærarar, sum eru førir fyri at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva undirvísingargongdir á øllum floksstigum.

Um útbúgvingina 

Í útbúgvingini skulu lesandi menna ein fak - og almenndidaktiskan førleika, sum, saman við fakligum kunnleika, gevur teimum førleika at skipa fyri undirvísing á høgum stigi í fólkaskúlanum.

Við útbúgvingarlok hevur tann lesandi ognað førleikar at greina lógar- og regluverk á skúlaøkinum, pedagogiskan og didaktiskan førleika, førleika at knýta sambond og at skapa trivnað og granskingarførleika.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin byrjar við grundfakum innan námsfrøðiliga sálarfrøði og didaktikk, føroyskum og støddfrøði. Næsta, triðja og fjórða lestrarár eru bygd upp við linjulestri umframt framhaldandi skeiðum innan námsfrøði og didaktikk, har tað ber til at taka eitt semestur uttanlands. Í endanum  av fjórða lestrarári verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum praktik í fólkaskúlum.

• Fyrsta lestrarár er skipað við grundskeiðum í námsfrøðiligari sálarfrøði, didaktikki, føroyskum og støddfrøði
• Næsta, triðja og fjórða lestrarár er linjulestur, har tey lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøki umframt framhaldsskeið í námsfrøði, sálarfrøði og didaktikki
• Fjóðra lestrarár er linjulestur. Bachelor verkætlanin verður skrivað í endanum á 4. lestrarári.

Grundskeiðini fevna um fakøkini námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøði og almenn didaktikk, føroyskt og støddfrøði

Linjulesturin fevnir um lærugreinirnar, sum eru í føroyska fólkaskúlanum, t.d. føroyskt, danskt, enskt, týskt, kristni, søgu, samfelagsfrøði, lívfrøði, landalæru, alis- og evnafrøði, støddfrøði, myndlist, handarbeiði, smíð, heimkunnleika, ítrótt, tónleik, náttúru og tøkni og kunningartøkni.
Eisini eru felags linjur ímillum námsfrøðinga- og læraralesandi: innskúling og at vera skúlabúgvin, sernámsfrøði og námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting.

Grundskeiðini fevna um fakøkini námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøði og almenn didaktikk, føroyskt og støddfrøði

Linjulesturin fevnir um lærugreinirnar, sum eru í føroyska fólkaskúlanum, t.d. føroyskt, danskt, enskt, týskt, kristni, søgu, samfelagsfrøði, lívfrøði, landalæru, alis- og evnafrøði, støddfrøði, myndlist, handarbeiði, smíð, heimkunnleika, ítrótt, tónleik, náttúru og tøkni og kunningartøkni.

Vallærugreinir eru allar lærugreinir fólkaskúlans.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum praktikk í fólkaskúlum. Í nøkrum av linjugreinunum er samlestur millum námsfrøðinga- og læraralesandi.
Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig
 

1. 
árshálva
2. 
árshálva
3. 
árshálva
4. 
árshálva
5. 
árshálva
6. 
árshálva
7. 
árshálva
8. 
árshálva

Undirvísing og læring I

(20 ECTS)

.

Linjulestur

 (40 ECTS)

Linjulestur

Linjulestur

(40 ects)

Linjulestur

Linjulestur

Linjulestur

Føroyskt (grundskeið)

(20 ECTS)

Føroyskt (grundskeið)

.

Undirvísing pg læring II

(20 ECTS )
.

Undirvísing pg læring III xxx

(20 ECTS)
.

Undirvísing pg læring IV

(5 ECTS)

Støddfrøði (grundskeið)

(20 ECTS)

Støddfrøði (grundskeið)

. . . . .

B.Ed – verkætlan

(15 ECTS)

Próvtøkur

Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalastiga. 

Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er gymnasialt miðnámsprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Starvsmøguleikar eru innan menning og læring. Í lærarayrkinum arbeiðir tú við børnum og ungum í ymiskum aldri og innan ymisk fakøki.

Framhaldandi útbúgving

B.Ed.-prógvið gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið. Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðaran Poulinu Poulsen, paulinap@setur.fo ella til Erlu Olsen, útbúgvingarleiðara, erlao@setur.fo.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum