Er tøkt her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS

Bachelor

Sosialvísind og samfelagsplanlegging

B.S.Sc.

Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í sosialvísindalig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar innan samfelagsplanlegging, sum smátjóðir standa fyri í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin er fyri tey, sum hava áhuga fyri samfelagsskipanum, og hvussu hesar skipanir reguleraðast og mennast.

Á hesi útbúgvingini lærir tú um samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg, tvørvísindi og verk­ætlanar­arbeiði, vælferð, vælferðarsamfelag og vælferðarskipanir, um samanspælið millum almennan politikk, marknað og sivilsamfelag, og um hvussu institusjónir og organisasjónir virka, stýrast og mennast.

Undirvíst verður m.a í:

  • samfelagsvísindalig ástøði og háttalag
  • tvørvísindi og verkætlanararbeiði
  • vælferð, vælferðarsamfelag og vælferðarskipanir
  • samanspælið millum almennan politikk, marknað og sivilsamfelag
  • hvussu institusjónir og organisasjónir virka, stýrast og mennast

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er tvørvísindalig, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og sam­felagsligum viðurskiftum við stórum denti á spur­dóms­stýrda læring.

Tú kemur at ganga til nógvar fyrilestrar, men tú lærir harafturat sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan – hetta ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinirnar í ávísan mun eru tær somu sum í hinum bachelorútbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini 'Søgu - smátjóðir og altjóðagerð' og 'Politikki og umsiting'.

Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.

Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig
 

1.
lestrarhálva
(heysthálva)
2.
lestrarhálva
(várhálva)
3.
lestrarhálva
(heysthálva 2016)
4.
lestrarhálva
(várhálva 2015)
5.
lestrarhálva
(heysthálva)

6.
lestrarhálva
(várhálva)

Sosiologi og
mentan

10 ECTS

Nýggjari
føroysk søga

10 ECTS

Valfak I

10 ECTS

Valfak II

10 ECTS

Samfelags-
planlegging

10 ECTS

Insitiutíónir
og sosialar
broytingar

10 ECTS

Stjórnmála-
frøði

10 ECTS

Búskapar-
frøði

10 ECTS

Samfelags-
ástøði

10 ECTS

Háttalag II

10 ECTS

Sosialvísindi

10 ECTS

Bachelor-
ritgerð

20 ECTS

Vísindaástøði
og háttaløg

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Háttalag I

10 ECTS

Ritgerð II

10 ECTS

Praksisfak

10 ECTS

Upptøkutreytir

Til tess at verða upptikin at lesa bachelor í sosialvísindum og samfelagsplanlegging krevst gymnasialt miðnámsprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Sosialvísindi og samfelagsplanlegging er lestur fyri tey, sum hava áhuga at starvast innan almennar, alment gagnligar og privatar organisasjónir.

Útbúgvingin gevur eisini aðrar førleikar, eitt nú til víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina ssd-studvegl@setur.fo ella til Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðara, jensj@setur.fo.

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.

 

Er tøkt her

Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist: Kvota 2 - 15. apríl. Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum