Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2020.
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 8
Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður
Tórshavn
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan mýlalívsvísindi ella halda fram við víðari lestri uttanlands.
Á hesi útbúgvingini fært tú eitt grundleggjandi og breitt innlit í mýlalívsvísindi.
Tú lærir um hvussu mýl, so sum protein, DNA og RNA samstarva og virka í kyknum, og víðari hvussu kyknur samstarva og virka í organismum. Eisini verður t.d. undirvíst í, hvussu broytingar í DNA kunnu viðføra ílegutengdar sjúkur.
Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina spurningar í mýlalívsvísindum. Tú lærir at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt fakligt høpi.
Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum hava lagað seg til umhvørvið og lívið í Føroyum.
Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði. Summi skeið verða eisini hildin um summarið.
Útbúgvingin er skipað við fyrilestrum, starvsstovuarbeiði, evnislestri, lestrarvitjanum og egnum verkætlanum.
Fyrsta hálvtannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini felags undirvísing. Tær tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í vistfrøði, B.Sc í havlívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.
Eftir hálvtannað ár verða tær tríggjar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Øll hini skeiðini í útbúgvingini telja 7,5 ECTS.
1. |
2. |
3. |
4. |
5. |
6. |
Fróðskaparhegni, |
Lívrunnin |
Jørð, hav |
Havlívfrøði I |
Feltskeið |
Mýlsk starvs- |
Støddfrøði og |
Almenn |
Mýlsk |
Arvalæra |
Mýlsk |
|
Almenn og |
Almenn |
Vistfrøði |
Rannsóknar- |
Eiturfrøði |
Bachelor- |
Almenn |
Lívevnafrøði |
Smáveru- |
Human- |
Bioinforma- |
|
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.
Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalinum.
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við alisfrøði, støddfrøði á B-stigi og evnafrøði á B-stigi.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri at arbeiða innan ymisk arbeiðsøki t.d. í heiligvágsídnaðinum, í sjúkrahúsverkinum, á granskingarstovnum, sum vísindajournalistur og í undirvísing.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Tú kanst venda tær til lestrarvegleiðingina nvd-studvegl@setur.fo ella til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðari jonrith@setur.fo.
Les meiri her.
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.