Søk um upptøku her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 35

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinir kosta 200 DKK/ECTS. Ískoytisútbúgving kostar 200 DKK/ECTS

Bachelor

Fólkaskúlalærari - undirvísing

B.Ed.
Bachelor of Education in Primary and Lower Secondary Education

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólkaskúlalærarar, sum eru førir fyri at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva undirvísingargongdir á øllum floksstigum.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin byrjar við grundfakum innan námsfrøðiliga sálarfrøði og didaktikk, føroyskum og støddfrøði. Næsta, triðja og fjórða lestrarár eru bygd upp við linjulestri umframt framhaldandi skeiðum innan námsfrøði og didaktikk, har tað ber til at taka eitt semestur uttanlands.

Í endanum  av fjórða lestrarári verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.

Skipan av útbúgvingini

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum praktik í fólkaskúlum.

• Fyrsta lestrarár er skipað við grundskeiðum í námsfrøðiligari sálarfrøði, didaktikki, føroyskum og støddfrøði
• Næsta, triðja og fjórða lestrarár er linjulestur, har tey lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøki umframt framhaldsskeið í námsfrøði, sálarfrøði og didaktikki
• Fjóðra lestrarár er linjulestur. Bachelor verkætlanin verður skrivað í endanum á 4. lestrarári.

Grundskeiðini fevna um fakøkini námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøði og almenn didaktikk, føroyskt og støddfrøði

Linjulesturin fevnir um lærugreinirnar, sum eru í føroyska fólkaskúlanum, t.d. føroyskt, danskt, enskt, týskt, kristni, søgu, samfelagsfrøði, lívfrøði, landalæru, alis- og evnafrøði, støddfrøði, myndlist, handarbeiði, smíð, heimkunnleika, ítrótt, tónleik, náttúru og tøkni og kunningartøkni.

Eisini eru felags linjur ímillum námsfrøðinga- og læraralesandi: innskúling og at vera skúlabúgvin, sernámsfrøði og námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting.

Vallærugreinir eru allar lærugreinir fólkaskúlans.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum praktikk í fólkaskúlum.

Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni.

Lestrarhálvur og skeið

 
1.árshálva  2.árshálva  3.árshálva  4.árshálva  5.árshálva  6.árshálva  7.árshálva  8.árshálva
Undirvísing og læring I (20 ECTS)   Linjulestur
40 ECTS
Linjulestur Linjulestur
40 ECTS
Linjulestur Linjulestur Linjulestur

Føroyskt (grundskeið)
20 ECTS

Føroyskt (grundskeið)   Undirvísing og læring II
20 ECTS
  Undirvísing og læring III
​20 ECTS
  Undirvísing og læring IV
5 ECTS
Støddfrøði (grundskeið)
20 ECTS
Støddfrøði (grundskeið)           B.Ed.-verkætlan
15 ECT

Próvtøkur

Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalastiga. 

Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Starvsmøguleikar

Starvsmøguleikar eru innan menning og læring. Í lærarayrkinum arbeiðir tú við børnum og ungum í ymiskum aldri og innan ymisk fakøki.

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Ed. hevur tú eitt fakligt grundarlag til master- ella kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið og á øðrum økjum.

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðaran Paulinu Poulsen, paulinap@setur.fo, +298 299414 ella til lydiu Didriksen, útbúgvingarleiðara, lydiad@setur.fo. +298 299428.

Les meiri her

Fróðskaparsetur Føroya 

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum