Søk um upptøku her. G.G., at upptøka krevur upptøkuroynd

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2021
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 20

Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Lestrarlán:

Lestrarkostnaður: Lestrargjald (Stakgreinir) 600 DKK/ECTS

Bachelor

Bachelor í løgføði

BL
Bachelor of Laws

Endamálið við útbúgvingini er at gera tað møguligt fyri føroysk lesandi at nema sær siðbundnu løgfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum við tí fyri eyga at seta lóg og løgfrøði í føroyskt høpi. 

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur tær kunnleika og førleika í mun til ítøkiligu rættarstøðuna innan eina røð av grundleggjandi ítøkiligum rættarøkjum, frá avtalurætti, endurgjaldsrætti, fyrisitingarrætti, familju- og arvarætti o.s.fr.

Eisini fatan av ástøðiliga grundarlagnum undir ymisku rættarøkjunum og undir lóg og løgfrøði meira alment.

Serligur dentur verður lagdur á at menna háttalagsligar førleikar – serliga innan greining, skrivligt samskifti og argumentatión – sum hava serligan týdning fyri løgfrøðingar, ið virka í lítlum samfelag við øðrum fortreytum enn størri lond. 

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er m.a. býtt í dogmatisk, háttalagslig og kontekstualiserandi skeið.

Flestu dogmatisku skeið taka støði í
føroyskari lóg ella lóg í grannalondunum.

Háttalagskeið miða móti almennari fatan
av løgfrøðini og førleika at greina truplar
løgfrøðiligar spurningar.

Kontekstualiserandi skeið seta føroysku rættarstøðuna í høpi og geva fatan av, hvussu rættarstøða og -skipan eru treytað av politiskum, mentanarligum og søguligum kringumstøðum.

At enda verður ritgerð gjørd.

Yvirlit - lestrarhálvur og lærugreinar 

1. hálva 2. hálva 3. hálva  4. hálva 5. hálva 6. hálva
Grundskeið í lóg Løgfrøðilig fatan Rómverjarættur Føroyskur stjórnarskipanarrættur Tinglýsing og veð Revsirættur og revsirættargangur
Avtalurættur Endurgjaldsrættur Ognarrættur Úrskurðargreiðing Sivilur rættargangur Altjóðarættur
Familju- og arvarættur Fyrisitingarrættur Føroysk rættarsøga Keypi- og kravrættur Komparativ lóg Bachelor ritgerð

Upptøkutreytir

Til at vera upptikin krevst bókligt (t.e gymnasialt) miðnámsprógv.

Umsøkjarar mugu hava góðar førleikar í føroyskum, donskum og enskum máli, bæði munnliga og skrivliga.

Umsøkjari má eisini svara nøktandi uppá eina upptøkuroynd. Les um upptøkuroyndina her.

Starvsmøguleikar

Við hesi útbúgvingini kann tann útbúni taka við størvum sum málsviðgeri í almennari og privatari fyrisiting.

Framhaldandi útbúgving

Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á kandidat ella masterstigi. 

Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.​

Meiri kunning

Tú kanst venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo ella til Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara, bardurl@setur.fo

Les meiri her.

Fróðskaparsetur Føroya

Søk um upptøku her. G.G., at upptøka krevur upptøkuroynd

Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Upptøka er annaðhvørt ár,
næstu ferð í 2021

Útbúgvingarstovnur Fróðskaparsetur Føroya

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lestrarstuðul:

Fylg okkum