Lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist:
Kvota 2 - 15. apríl
Kvota 1 - 1. juli
Tal av upptiknum næmingum: Umleið 25
Útbúgvingarstovnur
Fróðskaparsetur Føroya
Útbúgvingarstaður
Tórshavn
ECTS: 180
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Lestrarkostnaður: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum og norðurlondum. Staklærugreinar kosta 200 DKK/ECTS
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur/
virkisfrøðingur ella fara undir víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.
Á hesi útbúgvingini lærir tú um konjunktursveiggj, altjóða handil, fíggjarmarknaðir og organisasjón og leiðslu.
Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur útbúgvingin støði í føroyska samfelagnum og teimum viðurskiftum, føroyskir borgarar, fyritøkur og myndugleikar liva undir.
Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har tú fært hollar førleikar í búskaparfrøði og virkisfrøði umframt støddfrøði og hagfrøði.
Tú fært til dømis innlit í ástøði og praksis um:
Á triðja ári fært tú við valfakum og bacheloruppgávu møguleika at leggja serstakan dent á antin samfelagsbúskaparlig evni, sum til dømis búskaparvøkstur og tilfeingisvinnur, ella virkisbúskaparlig evni, sum til dømis Corporate Social Responsibility og vinnurætt.
Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.
Yvirlit - lestrarhálvur, lærugreinar og ECTS stig
1. |
2. |
3. |
4. |
5. |
6. |
Aðaltættir í 7,5 ECTS
|
Hagfrøði 7,5 ECTS
|
Mikro 1 7,5 ECTS
|
Mikro 2 7,5 ECTS
|
Vallærugrein 10 ECTS
|
Vísinda- 10 ECTS
|
Aðaltættir í 7,5 ECTS |
Altjóða 7,5 ECTS |
Makro 1: 7,5 ECTS |
Makro 2: 7,5 ECTS |
Vallærugrein 10 ECTS |
Vallærugrein 5 ECTS |
Virkisstýring 7,5 ECTS |
Roknskapar- 7,5 ECTS |
Strategi 7,5 ECTS |
Corporate 7,5 ECTS |
Vallærugrein 10 ECTS |
Bachelor- 15 ECTS |
Støddfrøði 1 7,5 ECTS |
Støddfrøði 2 7,5 ECTS |
Økonometri 7,5 ECTS |
Organisatións-greining |
Próvtøkur eru í esember/januar og juni.
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur bókligt miðnámsprógv (t.e. gymnasialt) við støddfrøði á B-stigi.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.
Útbúgvingin gevur tær starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.
Útbúgvingin er harumframt grundarlag fyri framhaldandi lestur á kandidat- ella masterstigi.
Tað er lærustovnurin, sum søkt verður inn á, sum avger upptøkutreytirnar.
Meiri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, kirstinr@setur.fo, +298 292526 ella til Jóannes Jacobsen, útbúgvingarleiðara, jóannesj@setur.fo, +298 292587.
Les meiri her
Fróðskaparsetur Føroya - www.setur.fo.