Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Ursmiður

Ein ursmiður umvælir og heldur ur viðlíka. Undir útbúgvingini lærir tú um ymisk gonguverk, bæði í smáum og stórum urum, og tú fært grundleggjandi vitan um at selja, umvæla og røkja ur.

Harafturat lærir tú at gera av, um tað loysir seg at umvæla eitt ur, ella um kundin heldur skuldi keypt sær eitt nýtt ella brúkt ur. Tú lærir eisini um kundatænastu.

Sum ursmiður er umráðandi at vera stinnur í hondunum og hava góða sjón, tí at urlutir eru yvirhøvur rættiliga smáir.

Tú lærir eisini at skifta slitnar lutir í talgildum og sjálvvirkandi urum.

Ursmiðurin skal bæði kunna umvæla lítla talgilda armbandsurið við nógvum ymsum funkum og stór gomul sjálvvirkandi ur á ráðhúsum. Flestar uppgávur eru á verkstaði, men viðhvørt noyðist ursmiðurin at umvæla ur á staðnum.

Lutir til ur eru ofta smáir, og tað er týdningarmikið, at tú hevur góða sjón og ert stinnur á hondunum.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um ravtøknilig smáur, sjálvvirkandi ur og spesialur. Eisini hevur tú læru­greinar sum t.d. náttúrulærugreinar, vinnulívsbúskap, sølu og tænastu og enskt.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       hevur áhuga fyri at arbeiða við tøkni

●       hevur góða sjón

●       hevur gott fínrørslulag

●       hevur skil fyri dygd og smálutum

●       kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

●       hevur tænastusinni og ert hugaður fyri skiftandi arbeiðstíðum.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum ursmiður. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Ætlar tú tær at fara undir framhaldandi útbúgving, so hevur tú atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar.

Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademi­útbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Yrkisútbúgvingin til ursmið er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum