Lestrartíð: 2 ár
Umsóknarfreist: 15. mars (upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2020)

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Partur av yrkisútbúgving

Tilvirkisatstøðingur

Tilvirkisatstøði er ein 2 ára útbúgving, sum tekur støði í handverkssiðvenjum innan tilfar og toyl – ein útbúgving, sum kann birta upp undir skapandi hugin.

Útbúgvingin gevur grundvitan innan klædnahandverk, tilfarsvitan og sniðgeving. Harumframt læra næmingarnir eisini um møguleikarnar at skapa við hesum.

Arbeitt verður við verkætlanum, har næmingarnir læra at arbeiða við handverkinum, sniðgávutólum og kreativum tilgongdum.

Útbúgving

Tilvirkisatstøðingaútbúgvingin er ein 2 ára útbúgving, harav starvsvenjing er 4 vikur. Tú fært ikki sveinaprógv við hesi útbúgving men skúlaprógv.

Frálæran fevnir m.a. um klædnamboð (at veva, binda og tøva v.m.), framleiðslumenning, búfrøði, tilfarslæra, klæðna- og sniðgávusøga, rávørufrálæra (øll lið innan handfaring av ulli, skinni v.m.).

Í yrkislærugreinum verður próvtøka hildin í einari lítlari verkætlan.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú útbúgva teg víðari til sniðgávutøknifrøðing (designteknolog) ella fara beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin.

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2 ár
Umsóknarfreist: 15. mars (upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2020)

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum