Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars (upptøka er annaðhvørt ár, næstu ferð í 2020)
Útbúgvingarstovnur
Glasir
Útbúgvingarstaður
Tórshavn
Ein klædnaatstøðingur arbeiðir við at seyma klæðir. Undir útbúgvingini lærir tú um ymiskt klædnatilfar, mynstur og seymimaskinur.
Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at seyma klæðir eftir teimum mynstrum og tekningum, sum sniðgevar hava gjørt.
Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um at framleiða sniðgivin klæðir. Tú lærir at taka mát, gera mynstur, skera toy til og seyma við seymimaskinu og við hond. Sum klædnahandverkari lærir tú at gera sniðgávu- og menningaruppgávur, velja tilfar, at gera modell og kostnaðarútrokningar. Eisini fært tú vitan um at stýra framleiðslu, mótasøgu og um dygd.
Í útbúgvingini til klædnaatstøðing lærir tú at brúka skapandi evni, tá tú fyrireikar, framleiðir og avgreiðir vørur. Eisini lærir tú um rættan arbeiðshátt, amboð og útbúnað. Tú fært eisini kunnleika um útlendska og serliga føroyska mentan og siðvenju innan klædnayrkið.
Útbúgving
Klædnaatstøðingaútbúgvingin er ein 2 ára útbúgving, harav starvsvenjing er 4 vikur. Tú fært ikki sveinaprógv við hesi útbúgving men skúlaprógv.
Frálæran fevnir m.a. um framleiðslumenning, klædnamentan, maskinhandfaring, modellkonstruksjón, mynsturmenning og tilfarslæru.
Í yrkis- og vallærugreinum verður próvtøka hildin í einari lítlari verkætlan.
Upptøkutreytir
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Framtíðarmøguleikar
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða á seymistovu. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.
Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:
● klædnahandverkari
● sniðgávutøknifrøðingur (designteknolog).
Meiri kunning
Glasir, Smiðjugerð – www.glasir.fo
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo