Søk um upptøku her

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: August

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lærlingaløn:

Yrkisútbúgving

Hárfríðkari

Sum hárfríðkari lærir tú hárklipping, hárseting, permanentviðgerð, hárliting og andlitssmyrsl umframt tekning av klippingum á kvinnum og monnum. Eisini lærir tú at geva ráð og at veita kundatænastu.

Um útbúgvingina

Hárfríðkarar fáast mest við hárviðgerð, men næmingarnir læra eisini alt um vakurleikarøkt, og hvat tað ber í sær at reka eitt virki, t.d. virkisbúskap, kundarøkt, sálarfrøði og mangt annað. Arbeiðið er fjølbroytt, tí mótin skiftir rættiliga ofta.

Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum hárfríðkari eru:

  1. Klipping
  2. Frosering
  3. Permanent
  4. liting, og
  5. gera skitsur av klippingum og friseringum til kvinnur og menn

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Skúlagongdin er 60 vikur. Skúlagongdin er sett saman av 1. skúlaskeiði á 20 vikur og 4 fylgjandi skúlaskeiðum á 10 vikur, umframt 2 dagar til sveinaroynd.

Skúlagongdin fevnir um yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir.

Tú hevur umframt 6 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:

  • Hárvask/hárbotnsmassaga, fønturkan, brýr og vippur
  • Klippiteknikkur
  • Friseringsteknikkur
  • Langt hár
  • Fønturkan (føll/bombage)
  • Fakligt ástøði
  • Permanentteknikkur
  • Evnafrøðilig viðgerð
  • Faklig tekning
  • Húð- og vakurleikarøkt
  • Stíl, snið og skap
  • Heilsurøkt
  • Fyrstuhjálp
  • Eldsløkking.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum hárfríðkari og stovna egi virki. Hárfríðkarar starvast mest á hárfríðkanarstovum, tó eisini í sjónleikarhúsum og í sjónvarpi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir útbúgving sum t.d. stílráðgevi, kosmetikari, kosmetologur, make-up artistur, handarøktari

Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.

Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið. 

Meiri kunning

"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: August

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lærlingaløn: