Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Skrivstovuútbúgving

Skrivstovuútbúgving - læknaskrivari

Sum læknaskrivari hevur tú nógvar ymsar arbeiðsuppgávur ein arbeiðsdag.

Tú lærir at stovna journalir, tæna sjúklingum í móttøkuni og annars at ganga læknanum til handa ella leggja komandi læknavitjanir til rættis. Sum læknaskrivari er umráðandi at vera skipaður, duga at samskifta og vera fyrikomandi. Ein stórur partur av arbeiðinum er at tosa í telefon við viðskiftafólk og almennar myndugleikar á heilsuøkinum. Sum læknaskrivari kanst tú arbeiða á sjúkrahúsum, privatum sjúkrahúsum og á læknamiðstøðum.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Hevur tú lokið FHS støðisútbúgving, er lærutíðin innan handils- og skrivstovuyrkið 3 ár. Lærutíðin er styttri, hevur tú gymnasiala miðnámsútbúgving.

Hevur tú fingið lærusáttmála innan handil ella skrivstovuyrkið og ikki hevur FHS støðisár frammanundan, er lærutíðin 4 ár. Tá skalt tú taka lærugreinar á FHS saman við teimum skúlaskeiðum, sum annars eru knýtt at tínari yrkisútbúgving.

Í endanum á høvuðsskeiðinum skipar skúlin fyri yrkisroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum læknaskrivari.

Tú kanst søkja um upptøku á framhaldsútbúgving, t.e. einari vinnuakademi-, professións­bachelor- ella universitetsútbúgving. Tú kanst sostatt fara undir framhaldandi útbúgving undir somu treytum sum við einari gymnasialari miðnámsútbúgving.

Gev gætur, at tú skalt lúka ávísar gjøllari ásettar upptøkutreytir til eina framhaldsútbúgving.

Tú skalt t.d. hava staðið ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

Meiri kunning

Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum