Søk um upptøku her

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: August

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lærlingaløn:

Yrkisútbúgving

Rustfastur kleinsmiður

Sum rustfastur kleinsmiður (rustdyggur fínsmiður) arbeiðir tú við metali. Undir útbúgvingini lærir tú um ymisk sløg av metali, og hvussu tey kunnu formast.

Sum rustfastur kleinsmiður lærir tú at gera samansetingar av forgreiningum og bukkingum í rørum í rustdyggum stáli og at velja egnaðar eftirviðgerðir. Eisini lærir tú at viðgera og eftir­viðgera yvirflatar av rustføstum stáltilfari.

Um útbúgvingina

Tú lærir grundleggjandi smiðju- og maskinarbeiði, sum ger teg føran at virka sum handverkari í øllum smiðjuverkstøðum innan jarn og metal.

Ein týðandi partur av arbeiðinum er at velja rætt tilfar og rættan arbeiðshátt til tær ymsu uppgávurnar. 

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

ørleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum rustfastur kleinsmiður eru, at:

  1. leggja til rættis og gera minni skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu-, umvælingar- og viðlíkahaldstilgongd,
  2. leggja til rættis og gera einfaldar uppgávur við hondstýrdum og maskinellum arbeiðshættum,
  3. gera tilskeringar, og evna til rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir til galdandi standardir,
  4. fremja samlingar í eini framleiðsluætlan í mun til galdandi standardir,
  5. montera og demontera lutir, maskinur og installatiónir,
  6. viðlíkahalda framleiðslutól,
  7. gera eftirlitsmátingar í mun til givnar standardir,
  8. leggja til rættis og gera samansettar framleiðslu uppgávur í rustfríðum stáli, til hetta hoyrir eisini CAD forritan og brúk av CNC stýrdum maskinum,
  9. velja út og fremja egnaðar arbeiðshættir til at skera og forma skurð í plátur, rør og tvørskurðir við atliti at galdandi standardum,
  10. velja út og fremja egnaðar samankomingarhættir av rustfríum tilfari,
  11. leggja til rættis og fremja samansetingar av forgreiningum og bukkingum í rørum í rustføstum stáli í mun til galdandi standardir, og
  12. velja út egnaðar eftirviðgerðir og fremja yvirflatu og eftirviðgerð av rustføstum stáltilfari í mun til galdandi standardir.

Skipan av útbúgvingini

Í seinra parti av lærutíðini velir tú eina ávísa sergrein, sum er rættað til ávísa framleiðslu innan metalídnaðin. Tú kanst velja ímillum at enda við sergrein sum:

  • Rustfastur kleinsmiður
  • Kleinsmiður
  • Maskinsmiður
  • Rørsmiður
  • Rør- og blikksmiður
  • Sveisari

Skúlagongdin fyri sergreinina rustfastur kleinsmiður er skipað við at 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru 50 vikur tilsamans og sveinaroyndarskeiðið er 5 vikur.

Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:

  • Arbeiðsumhvørvið
  • Blikkarbeiði
  • CAD tekniforrit
  • Fyrstahjálp og brandskeið
  • Kunningartøkni
  • Maskinástøði
  • Maskinarbeiði
  • Rørarbeiði
  • Smiðjuarbeiði
  • Smiðjuástøði
  • Tekning
  • Tilfarslæra
  • Sveising

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur rustfastur kleinsmiður.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst fara undir ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. maskinist og maskinmeistari á Vinnuháskúlanum, les meiri her.

Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.

Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið. 

Meiri kunning

"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: August

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lærlingaløn: