Søk um upptøku her

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: August

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lærlingaløn:

Rørsmiður

Sum rørsmiður arbeiðir tú við nýgerð og røkir innleggingar í sethúsum, verksmiðjum og virkjum. Tú lærir at seta upp HVS-stýrisskipanir, oljuketlar og varandi orkuinleggingar og at vegleiða kundar.

Eisini lærir tú at gera samankomingar, tilskeringar og evna til skurð í plátum og rørum.

Um útbúgvingin

Tú lærir grundleggjandi smiðju- og maskinarbeiði, sum ger teg føran at virka sum handverkari í øllum smiðjuverkstøðum innan jarn og metal. Sum rørsmiður lærir tú at leggja til rættis og gera smá skap í plátu-, rør- og stálprofilum.

Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum rørsmiður eru, at:

  1. fremja vanligt installatiónsarbeiði í bústaðar- og vinnubygningum, verksmiðjum og stovnum við atliti at lógum og ásetingum, arbeiðshættum og mannagongdum,
  2. seta upp og stilla HVS stýringarskipanir og veita kundavegleiðing,
  3. ráðgeva um orku optimering og alternativar orkuhættir,
  4. gera HVS innleggingar umframt at uppseta, umvæla og geva tænastu til oljuketlar og varandi orkuinstallatiónir,
  5. fremja samankomingar í mun til galdandi standardir,
  6. gera tilskeringar og evna til rættar-, skráar- og heildarskurð í plátur, rør og tvørskurðir til galdandi standardir,
  7. leggja til rættis og gera minni skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu-, umvælingar og viðlíkahaldstilgongd, og
  8. nýta brúkara og installatiónsvegleiðingar og hava grundleggjandi vitan um góðskutrygging.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Í seinra parti av lærutíðini velir tú eina ávísa sergrein, sum er rættað til ávísa framleiðslu innan metalídnaðin. Tú kanst velja ímillum at enda við sergrein sum:

  • Rørsmiður
  • Rustfastur kleinsmiður
  • Kleinsmiður
  • Maskinsmiður
  • Rør- og blikksmiður
  • Sveisari

Skúlagongdin fyri sergreinina kleinsmiður er skipað við at 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru 50 vikur tilsamans og sveinaroyndarskeiðið er 4 vikur.

Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar yrkislærugreinirnar:

  • Arbeiðsumhvørvið
  • Blikkarbeiði
  • CAD tekniforrit
  • Fyrstahjálp og brandskeið
  • Kunningartøkni
  • Maskinástøði
  • Maskinarbeiði
  • Rørarbeiði
  • Smiðjuarbeiði
  • Smiðjuástøði
  • Tekning
  • Tilfarslæra.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur rørsmiður.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst fara undir ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. maskinist og maskinmeistari á Vinnuháskúlanum, les meiri her.

Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.

Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið. 

Meiri kunning

"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir

 

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: August

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Lærlingaløn: