Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Yrkisútbúgving

Rør- og blikksmiður

Rør- og blikksmiðurin arbeiðir við at gera alt vanligt innleggingararbeiði innan hita, vatn og heilsu- og reinførisviðurskifti í bústaðar- og vinnubygningum.

Tú lærir at seta upp og stilla HVS-stýrisskipanir og at vegleiða kundar um brúk, at fáa sum mest burtur úr orkuni og aðrar orkuhættir.

Tú lærir at gera HVS-innleggingar og at veita tænastu í sambandi við oljuketlar og varandi orkuinnleggingar.

Útbúgvingin fevnir harafturat um at gera tunnplátusamankomingar við sveising úr aluminiumi, stáli og rustdyggum tilfari, at lodda, klinka og falsa, at tekna og gera úrskiljingar úr plátum, at leggja til rættis og gera smá skap í plátu-, rør- og stálprofilum í eini samlaðari framleiðslu. Røkja og umvæla, at taka mát og gera allar vanligar inndekningar innan yrkið, at taka mát og gera luftskiftislutir, at duga siðbundið og grundleggjandi handverk innan blikksmiðjuyrkið og at duga kappabjálving.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur rør- og blikksmiður.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

●       maskinmeistari

●       framleiðslutøkningur

●       viðkomandi akademiútbúgving

●       viðkomandi professiónsbachelorútbúgving

●       verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið).

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

 


 

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum