Lestrartíð: 1½ ár - 3 ár og 7 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstovnur
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Lestrarlán:
Ein gastronomur arbeiðir við at gera mat. Undir útbúgvingini lærir tú um góðar rávørur, at gera til og borðreiða matin og harafturat at velja hóskandi drykkjuvørur.
Ein stórur partur av arbeiðinum fevnir um at seta eina máltíð saman, so tað verður ein góð uppliving hjá kundanum. Sum kokkur lærir tú eisini nógv um innkeyp og kundatænastu. Tú lærir gjølla teir ymsu mátarnar at gera til og seta rávørur saman.
Somuleiðis lærir tú at seta saman eina matskrá og um heilsu og reinføri.
Skúlagongdin til 1. og 2. skúlaskeið fer fram á Tekniska skúla í Klaksvík, og restin verður tikið í Danmark.
Tú fært vitan og førleikar innan hesi øki:
Førleikarnir, ið tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum gastronom eru, at:
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Tey, sum læra til gastronom lesa saman við gastronomatstøðarar, føðsluatstøðarar og føðsluhjálparar fyrstu 20 vikurnar frá august til januar og velja síðan sína útbúgvingarleið.
Allir næmingar innan matvøruøkið á TSK (Tekniska skúla í Klaksvík) byrja sostatt fyrsta skúlaskeið saman í august og enda við próvtøku seinast í januar.
– Tey, ið vilja í læru, leita sær sjálvi eftir læruplássi.
Skúlagongdin til gastronomútbúgvingina er til samans 57 vikur og verður skipað soleiðis:
Tú hevur umframt 2 almennar lærugreinar, føroyskt (E-stig) og náttúrufak (F-stig),hesar yrkislærugreinirnar:
1. skúlaskeið
2. skúlaskeið
3. og 4. skúlaskeið
Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:
● kanst varðveita yvirlitið – eisini tá nógv er at gera
● ert handaligur og ert hugaður at brúka hendurnar
● hevur skil fyri reinføri
● kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
● ert hugaður at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir
● hevur tænastusinni
● ert skapandi.
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða á matstovum, í sjálvtøkumatstovum, kaffistovum o.a. Innan ídnaðarframleiðslu eru eisini størv til gastronomútbúgvin.
Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna eftir framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her ella vend tær beinleiðis til útbúgvingarstaðið.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
TSK