Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Klaksvík

Yrkisútbúgving

Føðsluhjálpari og føðsluatstøðari

Í útbúgvingunum til føðsluhjálpara og føðsluatstøðing lærir tú, at seta saman og gera føðslurættan og vælsmakkandi mat í einum køki á t.d. sjúkrahúsi, ellisheimi og røktarheimi, sambýli, kantinu, kaffistovu, skúla, dagstovni o.ø.

Útbúgvingin til føðsluhjálpara tekur 1½ ár og útbúgvingin til føðsluatstøðing tekur 3 ár.

Um útbúgvingina

Sum føðsluhjálpari og føðsluatstøðingur fært tú vitan um heilsu, matvørur, føðslu, sjúkraføðilæru, diætetik, reinføri og innaneftirliti, eins og umhvørvi í sambandi við tá ið lagt verður til rættis, avrikan, skjalfesting og góðskumeting av teimum arbeiðsuppgávum, ið eru tengd at matgerð og máltíðum við atliti at framleiðsluhátti, fyribyrging og heilsu

Tú lærir, at leggja til rættis og á ergonomiskt rættan hátt matgera við støði í givnum fíggjarligum umstøðum, at borðreiða mat til ymiskar bólkar av brúkarum, ábyrgd fyri reinføri, innaneftirliti og góðskuni av matinum,

Tú kanst enda útbúgvingina sum føðsluhjálpari ella við sergrein sum føðsluatstøðingur.

Føðsluhjálparar læra um grundleggjandi viðurskifti í einum stórkøki. Skúlagongd fer lutvíst fram á Tekniska Skúla í Klaksvík og lutvíst í Danmark. Útbúgvingin til føðsluhjálpara tekur 1½ ár.

Føðsluatstøðingar læra at menna nýggjar arbeiðshættir og at standa fyri eftirliti við reinføri í køkinum. Í løtuni kann 1. og 2. skúlaskeið takast á Tekniska skúla í Klaksvík og restin í Danmark.

Útbúgvingin til føðsluatstøðing tekur 3 ár. Næmingarnir, sum læra til gastronom og føðslu­atstøðing, lesa saman fyrstu 20 vikurnar frá august til januar og velja síðan gastronom ella føðsluatstøði til framhaldandi lestur.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góð­kendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Frálæran fevnir m.a. um matvørur, føðslu, kost, reinføri, framleiðslu og dygd, enskt og samfelagsfrøði.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

●       ert kropsliga væl fyri

●       hevur áhuga fyri mati og heilsu

●       ert hugaður at arbeiða í køki

●       kanst varðveita yvirlitið – eisini tá nógv er at gera

●       hevur skil fyri reinføri

●       kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

●       ert hugaður at brúka KT.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Sum føðsluatstøðingur kanst tú arbeiða á  sjúkrahúsi, ellisheimi og røktarheimi, sambýli, kantinu, kaffistovu, skúla, dagstovni o.ø. 

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d. gastronom.

Meiri kunning

Tekniski Skúlin í Klaksvík – www.tsk.fo
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Søk um upptøku her

Lestrartíð: 3 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Klaksvík