Lestrartíð: 2 ár
Skúlabyrjan: august/september
Umsóknarfreist: 15. mars
Útbúgvingarstovnur
Heilsuskúli Føroya
Útbúgvingarstaður
Hov
Lestrarstuðul:
Lestrarlán:
Útbúgvingin til námsfrøðiligan hjálpara hevur til endamáls at geva næminginum yrkisførleika at røkja námsfrøðiligar og umsorganaruppgávur á dagstovna-, skúla- og almannaøkinum.
Útbúgvingin skal geva næminginum grundleggjandi námsfrøðiligar førleikar til sjálvstøðugt og umsorganarfult at røkja og leggja til rættis mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.
Útbúgvingin gevur næminginum almennan lestrarførleika, ið er grundarlag undir víðari útbúgving. Mennir innlit næmingsins um samfelagsviðurskifti, eisini í yrkisligum høpi, og gevur næminginum møguleika at menna sínar persónligu førleikar, samstarvsevni og læringarførleikar.
Ástøðiligi parturin íroknað próvtøku er 44 vikur, undirvísing á skúlanum.
Til at verða upptikin krevst 9. floks próvtøku fólkaskúlans, og arbeiðsroyndir, sum hava vart í minsta lagi 1 ár ella viðkomandi útbúgving.
Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin er førur fyri, á nøktandi hátt, at lúka krøvini í útbúgvingini.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum innan dagstovna- skúla og almannaøkið.
Framhaldandi útbúgving
Sum námsfrøðihjálpari kanst tú taka víðari útbúgving sum námsfrøðingur.
Viðvíkjandi krøvum til upptøku til námsfrøðing í Føroyum hygg her.