Lestrartíð: 4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Skrokkútbúgvingin (Bilplátusmiður)

Undir útbúgvingini lærir tú at bøta um, framleiða og passa nýggjar plátulutir til bilar.

Skrokktøkningar arbeiða á bilverkstøðum ella á í karrosarí verksmiðum. 

Um útbúgvingina

Sum skrokktøkningur lærir tú eisini at skera nýggjar lutir úr stálplátum og tilevna lutirnar.

Ein stórur partur av arbeiðinum er at rætta buklur, sveisa nýggjar lutir fastar og meta um ferðsluskaðar á akfør og at taka burtur rust.

Skrokkútbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um at meta um skaðar og byggja og umvæla bilskrokkar av persónbilum, vøruvognum, lastbilum og bussum.

Tú lærir at arbeiða við ymiskum tilfari so sum stáli, lættmetali, aluminiumi og plasti.

Tú kanst enda útbúgvingina sum skokktøkningur við sergrein í antin at rætta upp ella byggja skrokkar.

Sum skrokktøkningur við sergrein í at rætta upp skaðar lærir tú at rætta upp krevjandi skaðar. Útbúgvingin til skrokktøkning við sergrein í at rætta upp skaðar tekur 4½ ár. 

Sum skrokktøkningur við sergrein sum skrokkbyggjari lærir tú at byggja skrokkar til t.d. lastbilar. Útbúgvingin til skrokktøkning við sergrein sum skrokkbyggjari tekur 4½ ár. 

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla. Til ber at taka 1. skúlaskeið, sum er 20 vikur, á Glasi í Tórshavn.

Frálæran fevnir m.a. um at bøta skrokklutir, at meta um skaðar og at framleiða umvælingarlutir. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. umhvørvi, el-læru og fyrstuhjálp.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða við metali
  • ert handaligur og hevur hug at brúka hendurnar
  • hevur tænastusinni og dugir at tosa við kundar
  • kanst arbeiða við nærlagni
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • dugir at lesa vegleiðingar
  • við sergrein sum skrokkbyggjari kanst arbeiða skapandi og finna nýggjar loysnir.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving sum skrokktøkningur kanst tú arbeiða á bilverkstøðum, skrokkverksmiðjum og á øðrum verksmiðum, sum gera skrokkar.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • Akfarstøkningur
  • Rakstrartøkningur - offshore
  • Framleiðslutøkningur

Tú hevur atgongd til professións bachelor útbúgvingina

  •  Útflutningur og tøkni

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Útbúgvingin til skrokktøkning er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum