Lestrartíð: 3 ár 3 mðr.-4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Súkklu- og motorsúkklumekanikara útbúgvingin

Undir útbúgvingini til súkklu- og motorsúkklumekanikara læriri tú at umvæla súkklur, prutl og motorsúkklur. Á skúlanum lærir tú, hvussu tú skalt brúka amboð og maskinur.

Sum súkklumekanikari lærir tú m.a. at skifta ella umvæla lutir á teimum ymsu súkklusniðunum, eisini á el-súklum.

Um útbúgvingina

Knallert og motrosúklumeknaikarar lærar eisini um motorar. Súkklu- og motorsúkkluútbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um, hvussu teir mekanisku lutirnir á súkklum, prutlum og motorsúkklum virka. Tú lærir at finna brek og farnar go slitnar lutir, sum tú so skiftir ella umvælir.

Tú kanst enda útbúgvingina við sergrein sum súkklumekanikari, prutlmekanikari ella sum motorsúkklumekanikari.

Súkklumekanikarar læra at bøta, at skifta lutir og at skifta lutir, feilsøkja á elektriskum skipanum á el-súklum og at samla og byggja sersúkklur eftir ynski kundans. Útbúgvingin til súkklumekanikara tekur 3 ár og 9 mðr.

Prutlmekanikarar læra at umvæla prutl. Tú lærir at skifta tendrirør, olju og filtur, at smyrja og stilla. Eisini lærir tú at brúka handbøkur, so tú veitst, hvussu prutl eru bygd. Útbúgvingin til prutlmekanikara tekur 3 ár 3 mðr.

Motorsúkklumekanikarar læra m.a. um tendriskipanir, koplingar, girkassar og køliskipanir. Tú fært neyvan kunnleika til motorar, úr einum sylindara til stórar 4-takt motorar við fleiri sylindarum. Útbúgvingin til motorsúkklumekanikara tekur 4½ ár.

Útbúgving

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um at servisera og bøta súklur, prutl og motrosúklur, 2- og 4-takt motorar og elektriskar skipanir til motorakfør. Tú hevur eisini lærugreinar t.d. vinnufatan, sølu og tænastu og kundavgreiðslu.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða við tøkni og mekanikki
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • hevur logiska fatan
  • hevur tænastusinni og dugir at tosa við kundar
  • sum súkklu- og motorsúkklumekanikari ert hugaður at skifta ímillum at arbeiða á einum verkstaði og at avgreiða kundar í handli.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða á einum súkklu- ella motorsúkkluverkstaði.

Til ber sostatt eisini at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • Sjálvvirknitøkningur (Automatiónstøkningur)
  • Akfarstøkningur (Autotøkningur)
  • Rakstrartøkningur - offshore
  • Framleiðslutøkningur

Eisini hevur tú atgongd til professiónsbachelor útbúgvingina:

  • Útflutningur og tøkni

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingarnar til súkklu- og motorsúkklumekanikara og prutlmekanikara eru á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Súkklumontørur er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 3 ár 3 mðr.-4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum