Lestrartíð: 2½-5 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Lastbilamekanikari

Undir útbúgvingini lærir tú um nútímans akfør við einari samlaðari vekt uppá meiri enn 3.500 kg. Lastvognamekanikaraútbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um at finna brek, umvæla ella skifta lutir á bilum, sum ikki virka ella hava fingið skaða. 

Ein lastbilamekanikari umvælir skaðar og hevur tænastueftirlit við lastbilum, bussum og viðfestis­vognum.

Um útbúgvingina

Sum lastbilamekanikari lærir tú at stilla motorar, bremsur og stýrigreiðir og at finna og rætta villur í elektrisku og elektronisku skipanunum hjá lastbilinum og bussinum. 

Á skúlanum lærir tú um bilar við størri heildarvekt enn 3.500 kg, bæði lastbilar, bussar, vøruvognar og viðfestisvognar. Tú lærir at stilla brek á motorum, stýrigreiðir, bremsur, koplingar og elektrisk annlegg so sum luftskifti- og kølianlegg.

Tú kanst enda útbúgvingina sum lastvognsmontørur ella sum lastbilamekanikari.

Lastvognsmontørar læra at leggja til rættis og hava eftirlit við arbeiðinum í sambandi við eftirlit og at finna einføld brek á bensin- og dieselmotorum. Tú lærir eisini at umvæla og skifta slitnar lutir og lutir við breki. Útbúgvingin til lastvognsmontør tekur 2½ ár.

Lastbilamekanikarar læra eisini um ymisk sløg av sjálvvirkni og elektronikki. Tú lærir um elektriskar skipanir og fært nágreiniligan kunnleika um ymisk sløg av motorum, bremsum, luftskiftisskipanum, innsúgvingar- og útblástrarskipanum osfr. Eisini lærir tú um íbindingar­skipanir, ferðskrivarar, luftfjaðraskipanir og trygdarútgerð á lastbilum. Útbúgvingin til lastvognsmekanikara tekur 4½ ár.

Ein mekanikari arbeiðir í ymsum arbeiðsstøðum, tí er tað ein fyrimunur at tú ert væl fyri fysiskt.

Ein umráðandi partur av arbeiðinum er, at tú ert nærlagdur og sjálvur kanst ráðleggja og útinna ein stóran part av arbeiðinum, ið skal gerast við bilin.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla. Til ber at taka 1. skúlaskeið, sum er 20 vikur, á Tekniska Skúla í Tórshavn.

Frálæran fevnir m.a. um bensin- og dieselmotorar, stýrigreiðir, bremsur, elektriskar skipanir og rørsluflutning. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. fyrstuhjálp, arbeiðsumhvørvi, KT, enskt og náttúrufak.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða við KT, tøkni og mekanikki
  • ert handaligur og dámar at brúka hendurnar
  • kanst arbeiða nærlagt og neyvt
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • dugir at leggja til rættis
  • hevur tænastusinni og dugir at tosa við kundar
  • kanst skjalfesta títt arbeiði
  • hevur áhuga fyri umhvørvinum
  • ert hugaður fyri alsamt at førleikamenna teg og økja um tína servitan.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða innan fakið.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • Akfarstøkningur (Autotøkningur)
  • Rakstrartøkningur - offshore
  • Framleiðslutøkningur

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Við at taka upptøkuskeið til verkfrøðisútbúgvingar kanst tú útbúgva teg til maskinverkfrøðing.

Yrkisútbúgvingin til lastvognsmekanikara er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lív­langa læru. Lastvognsmontørur er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2½-5 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum