Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur
Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Bilsmiður

Undir útbúgvingini til bilsmið lærir tú at viðlíkahalda og umvæla persóns- og vørubilar.

Bilsmiðir fáast við mekaniskt og elektroniskt arbeiði við persónbilum, vørubilum og partvíst lastbilum. Arbeiðið fevnir um røkt, at finna brek, útskifting og stilling av m.a. motori, tendring, brennievnisskipan, kopling, girkassa, bremsum og stýring.

Um útbúgvingina

Tú lærir um m.a. skrokk, stýrigreiðir, bremsur og girskipan, bensin- og dieselmotorar, motorstýringar og aðrar elektroniskar stýringar á bilum.

Eisini lærir tú um tey elektron­isku hjálpartólini; tól at kanna bremsur, útlát, at spora hjól, elektriskar skipanir, stýringar o.a.

Eisini um mekaniskt og elektroniskt arbeiði við persónbilum, vørubilum og partvíst lastbilum.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Eftir 1. ella 2. skúlaskeið, sum eru 20 vikur hvørt, kanst tú fara í læru. Um tú ikki hevur sáttmála, kanst tú halda fram á 4. skúlaskeiði og fara undir víðari lestur.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur bilsmiður.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú kanst víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Meiri kunning

Glasir, Smiðjugerð – www.glasir.fo
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Er tøkt her

Lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Umsóknarfreist: 15. mars

Útbúgvingarstovnur Glasir

Útbúgvingarstaður
Tórshavn

Fylg okkum