Lestrartíð: 4 ár 3 mðr.
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina
Útbúgvingarstaður
Danmark
Undir útbúgvingini lærir tú at gera skelti á ymsan hátt, bæði handgjørd og á teldu.
Skeltini kunnu verða gjørd úr ymsum tilfari sum metali, pappíri ella plast. Tú lærir bæði at gera og bøta um skelti til bygningar og lýsingaskelti til bilar, bussar og tok.
Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er geva kundanum ráð. Sum skeltamálari kanst tú arbeiða sum starvsettur á skelta- ella lýsingafyritøkum ella í egnari fyritøku.
Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um litir, skap og snið, og tú lærir, hvat skelti kunnu gera og bera fram. Sum skeltatøkningur sniðgevur og framleiðir tú skelti til bygningsframsíður, dreglar, búmerki og lýsingar. Eisini lærir tú at umvæla gomul skelti.
Arbeiðið hjá skeltatøkningum er fjølbroytt, og tú brúkar nýggjastu tøknina.
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla.
Frálæran fevnir m.a. um fríhondstekning, teldustýrt snið til prent, litbygnað, virknað og skap. Eisini hevur tú lærugreinir sum t.d. KT, støddfrøði, evnafrøði og alisfrøði.
Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:
Eisini er tað ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi og próvtalið 02 í donskum og støddfrøði.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum skeltatøkningur t.d. í skeltadeildum á lýsingarfyritøkum. Tú kanst arbeiða meiri spesialiserað við t.d. dekoratión ella meiri
breitt við bæði snið og skeltaframleiðslu.
Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.
Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:
Eisini hevur tú atgongd til professiónsbachelor útbúgvingina:
Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.
Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.
Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.
Yrkisútbúgvingin til skeltatøkning er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.
Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo