Lestrartíð: 5 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Fotografur

Undir útbúgvingini lærir tú um myndatøkni, og um hvat myndir kunnu rúma og siga frá.

Sum fotografur framleiðir tú myndir og hugsar í myndum. 

Til tess at gera góðar myndir krevst ofta stórt umhugsni og fleiri val. Tú skalt serliga hugsa um evni, ljós og eftirviðgerð. Umframt tøkniliga vitan krevur arbeiðið, at tú hevur skil fyri myndum, og sum andlitsfotografur gávur til at skapa álit hjá teimum, tú tekur myndir av.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur grundleggjandi vitan um tey mongu viðurskiftini, sum ávirka dygdina í myndunum. Alt frá at leggja til rættis, taka upp og at gera myndirnar lidnar.

Arbeiðsøkið er breitt, t.d. at gera lýsingar, andlitsmyndir, luftmyndir ella hugskot og skitsur til kundar. Eisini leggur tú framleiðsluna til rættis, gert prísmetingar og samstarvar við stílfrøðingar, modell og miðlafólk o.o.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um ymsa myndaútgerð, snið, lýsingar, stíl, skap og litir. Eisini hevur tú lærugreinar sum t.d. búskap, enskt, arbeiðsumhvørvi og fyrstuhjálp.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • dugir at siga søgur við myndum
  • hevur góða visuella fatan
  • kanst arbeiða skapandi og finna loysnir
  • dugir at tosa við ymisk menniskju
  • ert hugaður at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir og í summum førum kvøld- náttar- og vikuskiftisarbeiði.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd. 

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Ein fotografur ger t.d. andlitsmyndir, sølulýsingar ella myndalýsingar til dagbløð, tíðindabløð ella onnur bløð. Ein fotografur arbeiðir vanliga í miðlaheiminum sum fríyrkisfotografur ella í egnari fyritøku.

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum fotografur. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til vinnuakademiútbúgvinga Marmiðlasniðgeving.

Eisini hevur tú atgongd til professiónsbachelor útbúgvingina:​

  • Sjónbært samskifti (gev gætur serstøk upptøkukrøv)
  • Sjónvarps- og miðlatilrættislegging (gev gætur serstøk upptøkukrøv)

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til fotograf er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 5 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum