Søk um upptøku á Glasir her Søk um upptøku á TSK her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík
Lærlingaløn:

Elektrikari

Ein elektrikari arbeiðir við at leggja sterk- og veikstreym inn í t.d. sethús, skrivstovur, virki, skúlar og umborð á skipum. Hetta fevnir t.d. um ljós, motorar, elektroniskar stýringar til flutningsskipanir og framleiðslueindir.

Eisini fæst elektrikarin við innlegging av fjarskifti-, dátu- og antennuinnleggingar og at ráðgeva kundum í at velja elektriskar loysnir og gera arbeiðið í samstarvi við onnur yrki á arbeiðsplássinum.

Filmur um elektrikara í læru er her.

Um útbúgvingina

Elektrikaraútbúgvingini gevur eina grundleggjandi vitan um arbeiði við streymi til t.d. ljós, maskinur, teldur og ávaringarskipanir. 

Tú lærir, hvussu elektrisk útgerð og skipanir virka soleiðis, at tú kanst ráðgeva kundunum tá tey skulu velja skipanir og brúka tær. Tú lærir eisini, at finna villur, umvæla og at seta skipanir upp.

Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum elektrikari eru, at:

1. arbeiða við støði í galdandi reglum um trygd og arbeiðsumhvørvi,

arbeiða á ella nær við spenningsleysa og spenningsleiðandi innlegging, talvuútbúnað og kaðalskáp,

2. menna arbeiðsgongdir og innleggingarloysnir innan yrkið,

3. gera innleggingar, sjálvvirkandi útbúnað og byggja upp smærri bólka- og stýritalvur innan bústaðir og vinnu og harafturat seta til brúkslutir sambært galdandi reglum og tryggja, at meginreglurnar fyri innlegging verða fylgdar,

4. góðskutryggja mátingar og brúka útgerð á rættan hátt í sambandi við roynd og eftirskoðan av innlegginum, og harafturat evna til og umsita skjalfestingar, brúkaraleiðbeiningar og røktarætlanir,

5. gera jørð- og afturjavningarsamband,

6. gera viðlíkahald og skipaða leiting eftir breki, fyri síðani at betra um innleggingar og brúkslutir,

7. leggja káplar til dátunet og harafturat leggja inn tráðleyst net sambært galdandi reglum,

dimensionera stikk-, høvuðs- og bólkaleidningar, bólkatalvur, ljós- og kraftinnleggingar og harafturat maskininnleggingar,

8. brúka kunningartøkni til viðkomandi arbeiðsuppgávur,

9. ráðgeva og vegleiða brúkaran um, hvussu útbúnaður og innleggingar virka,

10. samskifta um arbeiðsstøðuna,

11. seta upp smærri sjálvvirkandi útbúnað, har ímillum at seta til 1- og 3-fasu brúkslutir, motorar við ymiskum stýringum og koplingum við støði í vitanini um teir vanligastu følararnar og rele-ini,

12. leggja inn, stýra, regulera og finna brek og veita tænastu og viðlíkahald á ljósbúnað innan bústaðir og vinnu,

13. gera íbindingar á veitingarkervi,

14. ráðgeva um og fremja orkumenning,

15. leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnaði, undir hesum gera maskininnleggingar,

16. tilevna og rokna út ljósinnleggingar við atliti at hentleika, umhvørvi og orku,

17. leggja inn, forrita, viðlíkahalda og finna brek á sjálvvirkandi útbúnað innan bústaðir og vinnu, og

18. seta upp net til telefon, dátu og út- og sjónvarp innan bústaðir.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Skúlagongdin kann fara fram á Glasir í Havn ella á Tekniska Skúla í Klaksvík. 
Skúlagongdin er 55 vikur íroknað eitt 5 viku sveinaroyndarskeið. Útbúgvingin endar við sveinaroyndini.

Tú hevur umframt 5 almennar lærugreinar, hesar lærugreinarnar:

Arbeiðsumhvørvi

Diagramlæra

Dimensionering

Eldsløkking

Elektrotøkni

Fyrstahjál

Góðskustýring

Innleggingar

Ljósskipanir

Maskininnleggingar

Orkutøkni

Ravmagnslæra

Stýringar

Vitugar innleggingar

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum elektrikari hjá góðkendum elinstallatøri. Til tess at verða góðkendur elinnstallatørur krevst prógv sum elektrikari og prógv sum elinnleggjari ella prógv sum maskinmeistari.

Tú kanst sostatt gerast sjálvstøðugt vinnurekandi, sum elektrikari, um tú umframt prógv sum elektrikari hevur prógv sum elinnleggjari ella prógv sum maskinmeistari.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst fara undir fleiri ymiskar framhaldsútbúgvingar  t.d. el-installatør, KT- og elektronikktøkning, framleiðslutøkning og el-verkfrøðingbyggifrøði. 

Eisini kanst tú taka prógv sum maskinmeistari á Vinnuháskúlanum ella uttanlands.

Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.

Kanna framhaldandi útbúgvingarmøguleikar og krøv her.

Meiri kunning

"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til lærlingar eru her.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar til læruplássið eru her.​
Yrkisdepilin
Glasir
TSK (Tekniski skúlin í Klaksvík)

Søk um upptøku á Glasir her Søk um upptøku á TSK her
Lestrartíð:

4 ár

Skúlabyrjan:

August

Útbúgvingarstovnur: Glasir
Útbúgvingarstaður: Tórshavn, Klaksvík
Lærlingaløn: