Lestrartíð: 2½-5 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Automatikk- og prosessútbúgvingin (Automatikk- og elektrotøkningur)

Undir útbúgvingini arbeiðir tú við maskinum, ið stýra tilgongdum. Tú arbeiðir við automatikki, sum m.a. er í rullitrappum, lyftum og framleiðslumaskinum.

Tú finnur brek, umvælir og setur upp automatiskar maskinur. Harafturat hyggur tú at skipanum og røkir tær eisini, tá ið tær ikki eru í rakstri og tú lærir um nýggjastu arbeiðshættir og tøkni. Tengt at hvørja sergrein tú velir lærir tú eisini um robottøkni.

Um útbúgvingina

Tú lærir um tøkni, elektronikk, sterkstreymsskipanir og tú arbeiðir eisini við trýstluft (pneumatikki) og oljutrýsti (hydraulikki). Útbúgvingin gevur tær vitan um automatiskar skipanir, sum stýra og stilla.

Tú kanst enda útbúgvingina sum:

  • Automatikkmontørur
  • Automatikktøkningur
  • Automatiktøkningur í elektrovinnuni
  • Lyftutøkningur
  • Automatiseringstøkningur

Automatikkmontørar læra at byggja og umvæla elektriskar motorar og trýstluft-ringrásir. Útbúgvingin til automatikkmontør tekur 2½ ár.

Lyftutøkningar læra at viðlíkahalda og at hava eftirlit við lyftur og rullitrappur. Útbúgvingin til lyftutøkning tekur 3½ ár.

Automatikktøkningar læra t.d. at byggja og royna sjálvvirknar skipanir. Automatikktøkningar innan lyftur arbeiða m.a. við eftirliti og viðlíkahaldi av lyftum og rullitrappum. Útbúgvingin til lyftutøkning tekur 4½ ár.

Automatikktøkningar innan elektrovinnuna spesialisera seg serliga innan automatikk í ídnaði og læra t.d. at seta maskinur upp til framleiðslu. Útbúgvingin til automatikktøkning tekur 4½ ár.

Automatiseringstøkninga útbúgvingin er ein yvirbygnaður uppá automatikktøkninga útbúgvingina. Tú lærir m.a. at arbeiða við robottøkni og hvussu robottøkni kann brúkast í ídnaðinum. Útbúgvingin til automatiserings tøkning tekur 5 ár.

Automatikk- og prosessútbúgvingin krevur stóran áhuga í tøkni og elektronikk. Eisini setur útbúgvingin krøv til nærlagni og samstarvsevni.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður ímillum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir ímillum starvsvenjing og skúla.
Frálæran fevnir m.a. um alisfrøði, elektronikk, at finna brek, trýstluft, oljutrýst og robotttøkni.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri at arbeiða við tøkni, mekanikki og elektronikki
  • dugir KT, støddfrøði og enskt
  • hevur logiska fatan
  • hevur skil fyri dygd og smálutum
  • hevur tænastusinni og dugir væl at tosa við kundar
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur automatikktøkningur. Tú kanst t.d. arbeiða í ídnaðarvinnuni og umborð á skipum.
Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • KT-tøkningur
  • Automatiónstøkningur
  • Rakstrartøkningur - offshore
  • Orkutøkningur
  • Installatør, sterkstreym
  • Framleiðslutøkningur

Tú hevur atgongd til professións bachelor útbúgvingina

  •  Útflutningur og tøkni

Við at taka ískoytisskeið hevur tú eisini atgongd til:

  • bygningsverkfrøði

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin til automatiseringstøkningur er á 5. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Automatikktøningur er á 4. stigi og automatikkmontørur er á 3. stigi. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 2½-5 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum