Lestrartíð: 4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Yrkisútbúgving

Verklags-, bygningsstruktør og brúgvaleggjari (Byggismiður)

Verklags- og bygningsstruktørar læra at byggja vegir, bygningar og brýr. Brúgvaleggjarar læra at leggja flísar og brúgvarsteinar á m.a. gongubreytir, gongugøtur og torg.

Ein týdningarmikil liður í arbeiðinum er at hava vitan um hvat tilfar tú skalt brúka. Tú arbeiðir nógv við betong og granit. Starvið er kropsliga krevjandi.

Um útbúgvingina

Tú lærir at gera eitt arbeiði, sum bæði er trygt og haldgott í mun til veður og vind.

Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um stórar bygningar t.d. skrivstovubygningar, vegir, brýr, íbúðarbygningar og torg.

Tú lærir at arbeiða við ymsum tilfari eftir plantekningum og útrokningum. Tú læriri eisini at samstarva við aðrar yrkisbólkar.

Tú kanst enda útbúgvingina antin sum:

  • verklagsstruktørur
  • bygningsstruktørur ella
  • brúgvaleggjari

Verklagsstruktørurin ger klárt til at fara undir at byggja. Jørðin skal gravast, flytast og planerast. Dren skal leggjast, grundin stoypast og betongálegging gerast til flísar 

Bygningsstruktøren arbeiðir í stóran mun við at byggja yvir jørð. Hetta arbeiðið krevur kunnleiki til tilfar, sum t.d. tilfar til kjallarar, trappur, múrar, vegbrýr og motorvegir. 

Brúgvaleggjarar hava kunnleika til gera vegir, torg og størri øki. Tað kann vera at leggja flísar á, leggja kansteinar og at prýði í betong, og at leggja brúgva- og kansteinar.

Óansæð sergrein tú velir, so skal tær dámar stórar uttandura arbeiðsuppgávur.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • ert kropsliga væl fyri og hevur áhuga fyri handaligum arbeiði
  • ert sinnaður til at arbeiða uttandura
  • ert til reiðar at loysa ymsar arbeiðsuppgávur
  • hevur fyrilit fyri góðsku og smálutum
  • hevur góða rúmfatan og ans fyri skap
  • dugir væl at leggja til rættis 
  • kanst arbeiða saman við øðrum og samstarva við aðrar yrkisbólkar
  • hevru áhuga í, at hava skiftandi arbeiðsstøð
  • kennir reglurnar og ert førur fyri at brúka reglurnar í arbeiðinum 
  • hevur hug til at arbeiða við KT og tøkni

Sum verklags- og bygningstruktør skalt tú eisini kunna leiða onnur. 

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Frálæran fevnir m.a. um:

  • Vegir, verkløg og álegging
  • Byggi- og verklagstøkni
  • Tekningafatan
  • Tøkni

Tú skalt eisini hava lærugreinar so sum arbeiðsumhvørvi og trygd, og byggjarí og samfelag. 

Sergreinirnar verklagsstruktørur, bygningsstruktørur og  brúgvaleggjari taka allar 4 ½ ár.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur verklags-, bygningsstruktør ella brúgvaleggjari.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til hesar vinnuakademiútbúgvingarnar:

  • Byggisamskipari
  • Orkutøkningur

Verklagssturktørar kunna við sveinroyndini standa praktiska partin av kloakkmeistara.

Við at taka ískoytisskeið hevur tú eisini atgongd til:

  • bygningsverkfrøði

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari aðrari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.Tú hevur atgongd til professións bachelor útbúgvingina bygningskonstruktørur.

Yrkisútbúgvingin til verklags-, bygningsstruktør og brúgvaleggjari er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lív­langa læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum