Lestrartíð: 4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Lestrarlán:

Yrkisútbúgving

Træfak byggiútbúgving - tekjari og húsasmiður (Gólváleggjari)

Á byggiútbúgvingini innan træfakið lærir tú at byggja og arbeiða við træ, tó lærir tú eisini at brúka annað byggitilfar t.d. kork.

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur tær grundleggjandi vitan um, hvat tilfar skal verða brúkt til ávísar uppgávur. Tú lærir at meta um og grundgeva fyri hvørjar loysnir eru bestar til uppgávuna bæði viðvíkjandi prísi, haldføri og dygd. Tú lærir eisini um trygd og reglugerðir.

Sum gólváleggjari lærir tú at rokna út og gera tilfarslista til ymiskar uppgávur. Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at ráðgeva kundum.

Tú endar útbúgvingina við sergrein sum:

  • gólváleggari
  • tekjari
  • húsasmiður

Sum timburmaður loysir tú arbeiðsuppgávur og bygging eftir egnum plantekningum, og tú lærir at røkja amboð og maskinur.

Gólváleggarin roknar og mátar tilfarsnýtsluna til ymisk gólv. Tekjarin lærir um takbygging og tettir tekjur o.a.

Skipan av útbúgvingina

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Útbúgvingin er skipað við einari grundtilgongd á einum yrkisskúla í 20 ella 40 vikur og einari høvuðstilgongd, har tú skiftir millum starvsvenjing og skúla.

Tú kanst velja millum ymsar sergreinar.

Frálæran fevnir m.a. um amboð og maskinur, arbeiðsumhvørvi, tilfarsfatan, tekning og bygningshátt. Eisini fært tú undirvísing í støddfrøði, enskum, fremmandamáli, samfelagsfrøði og at brúka teldu.

Tú endar útbúgvingina við einari sveinaroynd.

Við hesi útbúgving er tað umráðandi, at tú:

  • hevur áhuga fyri siðbundnum handverki
  • ert kropsliga væl fyri
  • ert handaligur og hevur hug at brúka hendurnar
  • ert hugaður at brúka KT-amboð
  • hevur skil fyri rúmi og skapi
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum, eisini øðrum fakbólkum
  • hevur tænastusinni og dugir at tosa við kundar
  • kanst arbeiða í skiftandi arbeiðsstøðum
  • kennir reglurnar í fakinum og brúkar tær í arbeiðinum
  • sum gólváleggjari skal tú kunna arbeiða innandura
  • sum timburmaður og gólváleggjari skalt tú kunna arbeiði bæði innan- og uttandura og í hæddum.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans ella tilsvarandi.

Starvsmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur gólváleggjari. Træsmiðir, gólváleggjarar og tekjarar arbeiða í byggivinnuni. Tey flestu arbeiða í smáum fyritøkum.

Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Framhaldandi útbúgving

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving.

Tú hevur atgongd til vinnuakademiútbúgvingina:

  • Byggisamskipari
  • Orkutøkningur

Eisini hevur tú atgongd til professións bachelor útbúgvingina:

  • bygningskosntruktørur

Við at taka ískoytisskeið hevur tú eisini atgongd til:

  • Bygningsverkfrøði

Tú kanst eisini víðari útbúgva teg á einari vinnuakademiútbúgving, sum tú velir tær. Gev gætur, at yrkisútbúgvingin skal vera ásett til at vara í minsta lagi 3 ár fyri at geva atgongd til vinnuakademiútbúgvingar. Eisini eru krøv um ávísar lærugreinar og stig, tú skalt hava staðið, alt eftir hvørja vinnuakademiútbúgving tú søkir inn á.

Vinnuakademiútbúgvingar eru framhaldsútbúgvingar – vanliga 2 ár til longdar, settar saman við ástøði og starvsvenjing, knýttar at ávísari vinnu ella starvsøki.

Fleiri yrkisútbúgvingar geva tær eisini atgongd til professiónsbachelor og til bachelorútbúgvingar á universitetum.

Yrkisútbúgvingin innan træfak byggiútbúgvingina sum gólváleggari, tekjari og húsasmiður er á 4. stigi í donsku góðskingarkørmunum fyri lívlanga læru. Góðskukarmurin gongur frá stigi 1–8 og ásetur tað, ið væntandi fæst burtur úr undirvísingini.

Meiri kunning

Les meiri á Uddannelsesguiden www.ug.dk her
Les "Ofta Settir Spurningar" her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4½ ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstaður
Danmark

Fylg okkum