Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: August
Útbúgvingarstovnur
Glasir
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Klaksvík
Lærlingaløn:
Ein timburmaður fæst við at byggja sethús og virkisbygningar og onnur byggiarbeiði.
Arbeiðið fevnir m.a. um gólv, útveggir, takverk og at seta upp formar. Timburmaðurin arbeiðir eisini við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í umframt at seta køkseindir og aðrar lidnar bygningslutir upp.
Tú lærir ráðlegging, at loysa seruppgávur, um nýhugsan og at finna loysnir. Eisini lærir tú at ráðgeva og um kundatænastu. Á skúlanum lærir tú eisini um umhvørvi og trygd á arbeiðsplássinum og hjá kundanum.
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Tú hevur hesar lærugreinarnar:
Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Førleikarnir, sum tú hevur fingið eftir lokna útbúgving sum timburmaður eru, at:
Harafturat fært tú kunnleika til siðbundna føroyska byggilist, so sum flagtekja og triðingsreising. Eisini ymisk sløg av betongi og innlit í kloak- og rørviðurskifti.
Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Tú kanst fara undir fleiri ymiskar framhaldsútbúgvingar t.d. byggifrøði, verkfrøði og arkitektur. Nakrar framhaldsútbúgvingar hava upptøkukrøv, sum tú ikki lýkur. Tú manglar møguliga lærugreinar ella støði, sum tú kanst taka t.d. við at taka ískoytisútbúgving.
Kanna eftir framhaldandi útbúgvingar møguleikar og krøv her.
Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur timburmaður.
Tey flestu fáa starv í smærri- og miðlastórum byggifyritøkum ella velja at stovna egna fyritøku. Tú kanst vænta at hava skiftandi starvstøð til einstakar uppgávur og at skifta starv til tíðir.
"Ofta Settir Spurningar" um yrkisútbúgvingar eru her.
Yrkisdepilin
Glasir
Tekniski skúlin í Klaksvík