Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur
Glasir
Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Klaksvík

Lestrarlán:

Yrkisútbúgving

Timburmaður

Ein timburmaður fæst við at byggja sethús og virkisbygningar og onnur byggiarbeiði.

Arbeiðið fevnir m.a. um gólv, útveggir, takverk og at seta upp formar. Timburmaðurin arbeiðir eisini við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í umframt at seta køkseindir og aðrar lidnar bygningslutir upp.

Um útbúgvingina

Tú lærir ráðlegging, at loysa seruppgávur, um nýhugsan og at finna loysnir. Eisini lærir tú at ráðgeva og um kundatænastu. Á skúlanum lærir tú eisini um umhvørvi og trygd á arbeiðs­plássinum og hjá brúkaranum.

Skipan av útbúgvingini

Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd á yrkisskúla.

Tú hevur hesar lærugreinarnar: 

1. Amboðslæra
2. Arbeiðsumhvørvi
3. Betong og forskalling
4. Byggipláss
5. Eldsløkking og fyrstahjálp
6. Góðskutilvitan
7. Hæddarmáta og avseta
8. Ísetan av hurðum og vindeygum
9. Konstruktiónir
10. Snið, skap og litir
11. Tekning
12. Tilfarslæra
13. Trappur, rimaverk og svalar.

Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:

  • 1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og
  • sveinaroyndarskeið, 5 vikur

1. skúlaskeið verður tikið á Glasi ella á Tekniska skúla í Klaksvík, restin verður tikið í Danmark. 

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir lokna útbúgving kanst tú arbeiða sum góðkendur timburmaður. Tú kanst eisini gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Tú kanst eisini fara undir framhaldsútbúgving sum t.d.:

  • byggitøkningur
  • sniðgávutøknifrøðingur (designteknolog)
  • orkutøknifrøðingur
  • kort- og landmátaratøkningur
  • framleiðslutøknifrøðingur
  • bygningskonstruktørur
  • viðkomandi akademiútbúgving
  • professiónsbachelor í útflutningi og tøkni
  • verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið).

Tú endar útbúgvingina við einari sveinaroynd.

Meiri kunning

Glasir – www.glasir.fo
Tekniski skúlin í Klaksvík – www.tsk.fo

Les "Ofta Settir Spurningar"her
Yrkisdepilin – www.yrkisdepilin.fo

Lestrartíð: 4 ár
Umsóknarfreist: Læruplássið ásetir freistina

Útbúgvingarstovnur Glasir Tekniski Skúlin í Klaksvík

Útbúgvingarstaður
Tórshavn, Klaksvík

Fylg okkum