Á les.fo finnur tú upplýsingar um útbúgvingar í Føroyum savnaðar á einum stað. Eisini er ymisk viðkomandi kunning til dømis um stuðulsmøguleikar, hagtøl um útbúgvingar, leiðbeining um hvussu tú velur eina útbúgving og ymisk góð ráð.
Málið við heimasíðuni er at geva greiða og dagførda kunning um útbúgvingar í Føroyum og viðkomandi viðurskifti í hesum sambandi.
Heimasíðan www.studyinfaroeislands.fo er ætlað lesandi úr útlondum og lýsir tí útbúgvingar, stakgreinar og onnur lestrartilboð, sum eru áhugaverd í hesum sambandi. Síðan fevnir eisini um praktisk viðurskifti, t.d. uppihaldsloyvi, arbeiðsloyvi, bústaðarmøguleikar, skattlig viðurskifti, livikostnað o.a. At geva útlendskum lesandi møguleika fyri at taka sína útbúgving í Føroyum, ella partar, kann skunda undir, at fleiri lesandi verða í Føroyum, og at lestrarumhvørvið verður meira dynamiskt og fjøltáttað.
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið, skúlar kring landið og viðkomandi stovnar og fyritøkur.
Les meira um Føroya Ungdómsráð her.
Heímasíðan lýsir útbúgvingar bæði til ung í skúla, ung í læru, víðari lestur og til vaksin.
Á forsíðuni í ovasta bredda sært tú upplýsingar um lestrarvegleiðingar á skúlunum.
Vónandi er Les og Lær í Føroyum tær ein hjálp, tá ið tú velur tær tína útbúgvingarleið.
Les&Lær ynskir at hoyra frá tær! Sig tína meining, um hvat kundi verið greiðari, betri ella meiri áhugavert. Kanska tú hevur okkurt hugskot til okkum!
Send okkum boðini til les@les.fo