Stakgreinalesandi eru lesandi, sum fylgja undirvísing og fara til próvs í einstøkum lærugreinum/skeiðum uttan at vera innskrivað til fullan lestur. Útbúgvingarnar eru settar saman av skeiðum, og tí ber til at tekna seg til tey einstøku skeiðini og taka prógv í teimum. Talan er um stakskeið, ið verða bjóðað út sum partar av útbúgvingunum á Setrinum, har stakgreinalesandi kunnu verða tikin upp, um pláss er á skeiðinum.
Harumframt eru gjaldsskeið, sum verða bjóðaði út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg.
Hetta er ein góður møguleiki hjá teimum, sum vilja eftirútbúgva seg, ella vilja vinna sær innlit í eina nýggja lærugrein.
Føroyamálsdeildin
Les meiri um hvørji skeið verða boðin út sum stakgreinalestur her.
Námsvísindaliga deildin
Les meiri um hvørji skeið verða boðin út sum stakgreinalestur her.
Náttúruvísindaliga deildin
Les meiri um hvørji skeið verða boðin út sum stakgreinalestur her.
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
Les meiri um hvørji skeið verða boðin út sum stakgreinalestur her.
Depilin fyri heilsu- og almannagransking
Les meiri um hvørji skeið verða boðin út sum stakgreinalestur her.
Søgu- og samfelagsdeildin
Les meiri um hvørji skeið verða boðin út sum stakgreinalestur her.
Fyritreytin fyri upptøku er, at umsøkjari lýkur upptøkukrøvini. Stakgreinalesandi søkja um upptøku til hvørt skeið sær og skulu lúka somu krøv til upptøku sum onnur lesandi. Serstøk førleikakrøv eru til hvørja lærugrein sær.
Eisini ber til at søkja um upptøku á BA og MA eftir undantaksreglum. Skriva ella ring til deildina, har skeiðið verður hildið, at hoyra nærri um undantaksreglurnar.
Kostnaðurin fyri stakgreinar er 200 kr./ECTS. Fyri onnur gjaldsskeið er kostnaðurin 6.000 kr. fyri skeiðið.
Fulltíðarlesandi á Setrinum kunnu taka stakskeið á øðrum útbúgvingum uttan at gjalda.
Søkt verður um upptøku til stakgreinalestur við serligum umsóknarblað, sum fæst við at venda sær til deildina, har skeiðið verður hildið.
Upplýsingar um lestrarvegleiðingina á deildunum á Fróðskaparsetur Føroya er her.
Føroya Ungdómsráð
J. Broncksgøta 40
100 Tórshavn
Føroyar
les@les.fo
Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið.
Um Les og Lær í Føroyum